Víðgongdir danir fáa vápnavenjing í Russlandi

Limir í Danmarks Nationale Front, sum verður mettur at vera tann vandamesti høgrabólkurin í Danmark, hava verið í Russlandi og lært seg at brúka ymisk vápn. Tað skrivar Ekstrablaðið, sum eisini veit at siga, at tað vóru ikki vanligar skammbyrsur, sum vórðu brúktar í venjingunum.

Danmarks Nationale Front dylur ikki fyri, at limir í felagsskapinum hava verið til vápnavenjingar hjá einum víðgongdum høgrafelagsskapi í Russlandi. Tvørturímóti eru myndir frá venjingunum á heimasíðuni hjá felagsskapinum.

Hans Jørgen Bonnichsen, fyrrverandi stjóri í Politiets Efterretningstjeneste, sigur við Ekstrablaðið, at tíðindini um vápnavenjingarnar eru ørkymlandi. Hann sigur, at myndirnar á heimasíðuni hjá Danmarks Nationale Front vísa, hví fregnartænasturnar í Danmark og Noregi stúra fyri víðgongdum høgrafelagsskapum og teirra sambandi við umheimin.

-Teir víðgongdu høgrafelagsskapirnir í Russlandi eru kendir fyri tíggjutals dráp og teirra eirindaleysu framferð, og haðani fáa onnur hugskot ella venjing, sigur fyrrverandi PET-stjórin.