Vágs kommuna ikki undir umsiting

- Líkamikið, hvat útfallið verður, er greitt, at Vágs kommuna verður ikki sett undir umsiting, og málið fer ikki at viðføra nakran meirkostnað fyri kommununa.

Síðan í mai mánaði hevur verið samskifti millum Vágs kommunu og fíggjarmálaráðið um tveir sjálvognarstovnar í Vágs kommunu, Grunnin Páls Høll og Vágs Ítróttarráð.

 

- Vit hava fíggjarliga stuðlað byggingini av Páls Høll, sum Grunnurin Páls Høll eigur, og Vágs kommuna hevur eisini gjørt leigusáttmála við Páls Høll, soleiðis at Vágs skúli og dagstovnar í Vági kunnu svimja í Páls Høll.

 

Tað sigur Vágs kommuna á sínari heimasíðu í dag. Lagt verður aftrat, at Grunnurin Páls Høll er ikki stovnaður av Vágs kommunu.

 

Vágs kommuna hevur fíggjarliga stuðlað sjálvognarstovninum Vágs Ítróttarráð, sum letur byggja marghøll í Vági, og hevur kommunan eisini gjørt leigusáttmála við Vágs Ítróttarráð, soleiðis at Vágs skúli, dagstovnar í Vági, fótbóltsfelagið FC Suðuroy og rørslufelagið Hvistan kunnu brúka marghøllina.

 

Á heimasíðuni verður víst á, at Sjálvognarstovnurin Vágs Ítróttarráð varð stovnaður í 1995 av ítróttaráhugaðum í Vági eftir tilmæli frá fíggjarmálaráðnum.

 

- Vit vóru í august á fundi við fíggjarmálaráðið um málið, og tá varð avtalað, at hoyringsskriv skuldi sendast til Vágs kommunu, tá fíggjarmálaráðið var komið til ávegis niðurstøðu. Hetta hoyringsskriv varð sent okkum týsdagin.

 

Fíggjarmálaráðið vísir í skrivinum á, at ráðið metir, at fíggjarligi stuðulin til og leiguavtalurnar millum Vágs kommunu og Grunnin Páls Høll og Vágs kommunu og Vágs Ítróttarráð eru at meta sum so stórar bindingar millum Vágs kommunu og sjálvognarstovnarnar, at skuldin skal roknast uppí kommunuskuldina hjá Vágs kommunu.

Vágs kommuna hevur hinvegin í samskifti við fíggjarmálaráðið víst á -

 

* at Vágs kommuna hevur stuðlað verkætlanum fíggjarliga, eins og heimild er til í kommunufulltrúini

* at Vágs kommuna hevur gjørt av at keypa tænastur (atgongd til svimjihylin og atgongd til marghøllina) frá Páls Høll og Vágs Ítróttarráð - og á tann hátt geva bæði dagstovnum, skúlanum og ítróttafeløgum atgongd til góðar ítróttarumstøður

* at Vágs kommuna bindur ikki fyri skuldina hjá Grunninum Páls Høll ella hjá Vágs Ítróttarráð.

 

- Vit hava verið í góðum samskifti við fíggjarmálaráðið um málið, hóast partarnir ikki eru samdir um, hvussu málið skal tulkast. Vit fara at geva ráðnum svar uppá hoyringsskrivið og so heldur viðgerðin av málinum fram.

 

Í Vágs kommunu halda tey, at líkamikið, hvat útfallið verður, er greitt, at Vágs kommuna verður ikki sett undir umsiting, og málið fer ikki at viðføra nakran meirkostnað fyri kommununa - heldur ikki, um støðan verður tann, at skuldin í báðum sjálvognarstovnunum skal roknast sum partur av skuldini hjá Vágs kommunu.