Vágspopp á Jóansøkufestivalinum

Vit vóru runt við blokkinum og spurdu gestir á Jóansøkufestivalinum um festivalin og bólkarnar

Hans Aksal, Andru, Herman og Katrin:

Hans Aksal, Andru, Herman og Katrin, vóru nøkur av teimum fáu, ið hoyrdu teir fyrstu bólkarnar spæla. Tríggir teir fyrstu bólkarnir vóru allir úr Suðuroy, og hildu øll hesi fýra, at bólkarnir spældu sera væl. Tó var keðiligt, at so fáir áskoðarar vóru komnir.



Anna Mortensen um Crawling Blue:

- Mær dámar sera væl Crawling Blue , teir eru góður, tað er gott at fáa eitt sindur av blues við á Jóansøkufestivalin.



Terji Rasmussen um Brand Enni:

- Ein nýggjur Robin Williams, hann hevur verið betur fyri, men hann kemur sterkt aftur. Brandur Enni er tann besti og mest lovandi av teimum ungu poppkomponistunum”


Bartal Nolsø um Teit:

- Dámi Teitur væl. Havi altíð dámt hann væl. Havi ikki hoyrt nýggju fløguna, tí var stuttligt at hoyra nýggju sangirnar. Singer/songwriter og lounge stílin dámar mær best.



Anita og Eva um Teit:

- Teitur er virkuliga, virkuliga góður. Irriterandi at fólk ikki kunnu virðismeta meira tað, sum tónleikarnir gera á pallinum, tey fjáka, rópa og órógva, ístaðin fyri at taka tað fyri tað, tað er. Tað er heilt fantastist, tekstir, løg, Teitur og hansara tónleikur, heilt fantastiskt.



Anna Mohr Joensen og Halla Nolsøe Poulsen um Eyðun Nolsøe:

- Ordiliga deiligt, at hann spælir 80-ara tónleikin, tí tað eru vit uppvaksnar við. Hetta minnir okkum aftur á bestu ballini og dansin í Gimle (blm: dansistað fyri føroyingar í Keypmannahavn í 90’unum) – tann stemningin.



Lilian Dam um Eyðun Nolsøe:

- Dámi so væl Eyðun, tí hann er so orginalur, hann hevur sín egna stíl. Eg var til konsert hjá honum, tá hann frumframførdi nýggju plátuna. Deilig konsert, bæði upphitarin Rókur Jákupson og Eyðun Nolsøe. Um man kennir Eyðun áðrenn, so er tað sami stílurin, hansara egni stílur, so hvis man dámar tað, so er tað, tað”.


Jákup á Dul Sørensen og Zakarias Mullet um Eyðun Nolsøe:

Eyðun - øgiliga gott. Jóansøkufestivalurin samlar allir suðringar. Øll eru saman her og hava tað gott her á Jóansøkufestivalinum. Stuttligt at hoyra teir góðu gamlu sangirnir, man hevur hoyrt, tá man fer í býin. Allir teir sangir vit synga og duga uttanat og eisini at hoyra nýggjar góður sangir.



Fríði Jensen um John Lawton og Deiggj:

- Eg eri Uriah Heep fjeppari, teir hava bestsellarar, sum siga nógv. Tekstirnir hava altíð sagt mær nakað, t.d. Wise Man. Teir eru góður og spennandi. John Lawton er ein góður sangari, og eg má rósa Deiggj fyri, hvussu gott teir spæla, og Dennis Lave syngur eisini gott.



Gudmund Larsen um John Lawton og Deiggj:

- John Lawton er heimsins besti sangari. Sangirnir, Falling angel, Free me - fantastiskt. Eg havi uppliva Uriah Heep konsert í Føroyum fyri nøkrum árum síðani á Kamsdali, men hetta er fyrstu ferð eg havi hoyrt John Lawton í Føroyum. John Lawton er absolut heimsin besti sangari”.


Birita í Dali um festivalin:

- Je fekk at vita kvart yvir átta, at Side Effect spældi kl. 20.00. Jóansøkufestivalsskráin hevur bara verið at sæð á netinum, tað er ikki nóg mikið. Keðiligt, at Side Effect spældu so tíðliga, tá teir eru so góðir at fáa stemning í. Tí skuldu teir ligið seinni, tá meira fólk var. Tí teir fáa fólk upp at hoppa.