Vágur minkar

Tey feskastu tíðindini í morgun 4. oktober eru, at Føroya Banki hevur niðurlagt deildina í Vági. Hetta eru enn eini skelkandi tíðindi, og ein meirútreiðsla fyri viðskiftafólk bankans at fara á Tvøroyri fyri at greiða síni bankaviðurskifti

Okur, sum trúðu, at nú var ikki meira at flyta úr Vági, mugu staðfesta, at enn ein stovnur er fluttur úr bygdini, til miklan skaða, eisini fyri tey, ið her hava sítt dagliga arbeiði. Eftir stendur spurningurin, hví flytur bankin???

 

Tað fyrsta ein kemur í tankar um er, at Suðuroy ikki er ein kommuna, tí umso var, so hevði verið møguligt at vart seg við forhandlingum. Sum nú er, eru tvær stórar kommunur og okkara fólk hava ikki duga at forhandla seg til úrslit, fyri at bjarga tí sum eftir er.

 

Eitt kunnu okur so staðfesta, at higartil er bygdin bara tømd fyri skrivstovur og almenna fyrisiting, so lítil dugur er í ikki at samstarva og vera í einari kommunu. Tann næsta flytingin verður kanska posthúsið?

 

Okkum er eisini komið fyri oyru, at Føroya Banki hevur biðið Vágs Býráð um at gera parkeringsøkið framman fyri bankan liðugt, men uttan úrslit og eisini at taka sær av tí húsaleivd, ið liggur aftan fyri bankan, men býráðið letur ikki við seg koma.

 

Til seinast vil eg heita á vágbingar um at velja Uttanflokkalistan, set krossin við lista A.

HYPERLINK "http://www.uttanflokkalistin.dk" www.uttanflokkalistin.dk