FÓTBÓLTUR
Víkingur hevur havt tað gott heima í Sarpugerði í ár, og tí var tað lagt upp til ein sera spennandi og tættan dyst, tá ið meistararnir úr NSÍ vitjaði í gjár. Víkingur hevur havt takið og NSÍ í ár, og hevði undan dystinum vunnið báðar innanhýsis uppgerðirnar ímillum liðini.
Deydligur 1. hálvleikur
Dysturin byrjaði varliga, har liðini nýttu eina løtu at kenna seg tilrættis á vøllinum. Eftir hetta byrjaðu liðini at ota seg nærri brotsteiginum, og tá ið smáir 10 minuttir vóru farnir, var um reppið, at Víkingur legði seg á odda. Símun Louis skallaði væl mótvegis málinum, men á sjálvari málstrikuni bjargaði Johan Troest Davidsen.
Eftir hetta dovnaði aftur nakað, og liðini høvdu trupult við at nærkast málinum. Langskot var javnan ein loysn, og tað besta av hesum mundi Milan Pecjic hjá NSÍ eiga, men hetta var ikki nokk til at fáa hol á.
Tað var als ikki óvæntað, at fyrri hálvleikur endaði málleysur. Liðini sóu ikki út til at hava tann stóra viljan til at koma heilt fram á vøllin at skapa nakað vandamikið.
Intensitetur
Seinni hálvleikur var ikki serliga líkur tí fyrra, tá hugt at bæði tí innihaldsliga og stigatalvuni. Leikararnir sóu út til at kýta seg meira, og viljin at vinna var avgjørt til staðar. Serliga eftir 10 minuttum av seinna hálvleiki angaði av, at okkurt mál fór at koma. Zoltán Bükszegi var tætt við at leggja Víking á odda eftir gott arbeiði av Andreas Lava Olsen, men ungarski leikarin var ikki nóg avgjørdur.
Bara fimm minuttir seinni fall fyrsta málið í dystinum. Nenad Stankovic sendi bóltin í brotsteigin, og tá ið verjuleikari og málmaður hjá Víkingi ikki kundu semjast um at taka bóltin, tá takkaði Øssur Dalbúð fyri, og legði NSÍ á odda 1-0.
Víkingar høvdu tó ikki meir enn fingið armarnar niður aftur, tá ið bólturin lá í teirra málið. Hetta málið stútaði Símun Louis Jacobsen í netið, eftir at hava móttikið innlegg frá Áslakki Petersen.
Stutt eftir var Víkingur tætt við at leggja seg á odda, men tætt undir málinum bleiv bólturin stútaður við síðuna av.
Tíggju minuttir fyri leiklok fall avgerandi málið, og var tað heimaliðið sum átti hetta. Eitt langt innkast bleiv kastað inn í feltið, haðani bólturin bleiv spældur aftur til Atla Gregersen, sum við vinstra beini stýrdi bóltinum meistarliga í høgra málhorn.
Innskifti Klæmint Olsen var tætt við at bjarga eina stigið til NSÍ, tá ið hann stútaði á stongina, men tættari hesum kom hvørki av liðunum.
NSÍ misti 2. plássið til B36, meðan Víkingur bítur seg fast í oddan av Formuladeildini.