Víkingur úr steypakappingini

Tvey nýggj feløg hittust í dag í Sørvági, og tað var heimaliðið 07 Vestur, sum slapp best burtur úr tí. Heimaliðið vann 5-3 eftir longda leiktíð og brotssparkskapping. Stóra hetjan hjá heimaliðnum var málverjin Trygvi Askham, sum bjargaði brotsspørkum frá Sølva Vatnhamar og Atla Gregersen.

Tór-Ingar Akselsen setti hol á fyri heimaliðið í 69. minutti, og tíggju minuttir seinni javnaði Adrian Joensen, sum harvið gjørdist fyrsti víkingurin at skjóta mál.

Í longdu leiktíðini varð einki mál skorað. Mest dramatiska hendingin var, at Gunnar Haraldsen hjá heimaliðnum í 112. minutti fyri aðru ferð sá gula kortið og harvið varð rikin av vølli.

Í brotssparkskappingini skoraði fyri heimaliðið Silva Braga, Jovan Panic, Ingi Ole-Jacobsen og Tór-Ingar Akselsen. Fyri Víking skoraðu Niclas Niclasen, og Kaj Ennigarð.

07 Vestur skal 2. páskadag spæla á heimavølli ímóti vinnaranum millum B36 og Skála.