Víkingur reisti seg ímóti B36

Andreas Lava Olsen var dagsins maður í týðandi 4-2-sigri á einum trilvandi B36-liði.

Fimti og síðsti dysturin í 6. umfari í Betrideildini hjá monnum varð spældur í Sarpugerði seinnapartin, har Víkingur hevði vitjan av B36.

Talan gjørdist um ein málríkan dyst, har serliga nýggi maðurin í Víkinga-uppstillingini, Andreas Lava Olsen, var eyðsýndur og gav trilvandi B36-verjuni stórar trupulleikar.

32 ára gamli kropssterki áleyparin legði Víking á odda bæði 1-0 og 2-1, og hann var eisini maðurin, sum seinni í dystinum tryggjaði Víkingi brotssparkið, ið gav heimaliðnum 4-2-leiðslu.

B36 royndi síðstu løtuna at trýsta fyri at minka um munin, men tættari enn eina roynd frá Sebastian Pingel á tvørtræið komu teir ikki, og heimaliðið fór við einum 4-2-sigri avstað við øllum trimum stigunum.

Hetta vóru trý tiltrongd stig hjá Víkingi, sum longu hevur snávað nakrar ferðir fyrr í ár, meðan B36 annan dystin á rað mátti av vøllinum við ongum stigi.

 

Les eisini: 18 ára gamal innskiftari tryggjaði KÍ eitt stig

 

Víkingur - B36 4-2 (2-1)

1-0: Andreas Lava Olsen, 20.

1-1: Árni Frederiksberg, 25 (br.)

2-1: Andreas Lava Olsen, 32.

2-2: Eli Falkvard Nielsen, 56.

3-2: Gunnar Vatnhamar, 57.

4-2: Sølvi Vatnhamar, 64. (br.)

 

KÍ - NSÍ 1-1 (0-0)

0-1: Petur Knudsen, 73.

1-1: Jonn Johannesen, 93.


ÍF - AB 4-2 (2-2)

1-0: Jan Ó. Ellingsgaard, 23. (br.)

1-1: Bartal S. Petersen, 26.

2-1: Ari Ó. Ellingsgaard, 29.

2-2: Tóki á Lofti, 32.

3-2: Jan Ó. Ellingsgaard, 63.

4-2: Jan Ó. Ellingsgaard, 85.


EB/Streymur - Skála 1-0 (1-0)

1-0:Tóki H. Johannesen, 12.


TB - HB 0-1 (0-1)

0-1: Dan í Soylu, 12.

 

-----

 

Støðan

1. HB, 18 stig

2. NSÍ, 13 stig

3. KÍ, 13 stig

4. B36, 12 stig

5. Víkingur, 11 stig

6. ÍF, 9 stig

7. EB/Streymur, 6 stig

8. AB, 2 stig

9. TB, 1 stig

10. Skála, 1 stig