Væl umtóktur forseti

Dilma Rouseff, sum tók við forsetaembætinum í Brasil á nýggjárinum, er sera væl umtókt millum sínar landsmenn. Nú hon hevur sitið í knappar 100 dagar í embætinum, vísir ein meiningakanning, at 73 prosent av landsmonnunum eru nøgdir við avrik hennara.

Støðan minnir um støðuna hjá undanmanni hennara, Luiz Inacio Lula da Silva, sum eisini væl sera nógv avhildin, tá hann hevði sitið 100 dagar í embætinum.

Hetta umdømið varðveitti hann, tí tá hann fór frá í desember í fjør, søgdu 87 prosent, at brasilska samfelagið hevði gjørt stór framstig í hansara forsetaskeiði.