Umleið 70 fólk vóru komin saman á Svangaskarði í gjárkvøldið, har veljarafelagið Samhald skipaði fyri almennum fundi um støðuna í Fiskivinnuni. Fundurin staðfesti enn einaferð, at langt er ímillum sjónarmiðini hjá fiskakeyparum og -seljarum.
Bjørn Kalsø, landsstýrismaður greiddi á fundinum frá, at upprunaliga var ætlanin, at vinnan sjálv skuldi gera semju um sølu og keyp av fiski, men tann royndin miseydnaðist. Tí hevði hann gjørt eitt uppskot, sum hann hevði roynt at lagt mitt ímillum sjónar-miðini hjá pørtunum.
Bjørn Kalsø segði, at tað er ein misskiljing, tá ført hevur verið fram, at landsstýrið ætlar við lóg at tvinga fiskin uppá land í Føroyum. Útlendskir keyparar skulu kunna bjóða uppá fiskin, og skipini skulu kunna sigla beinleiðis av feltinum til útlendska keyparan. Men sølan skal vera í kapping við føroyskar keyparar, segði hann.
Ikki til stuttleika
Árni Joensen, umboð fyri ráfiskaseljararnar segði, at eingin sendir eitt skip av landinum til stuttleikar. Tað verður bara gjørt, tí at hetta gevur eitt betri úrslit á botnlinjuni.
Um støddarskiljing av fiski segði Árni Joensen, at reiðaríini tora ikki at støddarskilja, tí tey vita ikki, um tey sleppa av við allan tann skilda fiskin. "Ein fyritreyt fyri sølu er, at tað er ein keypari í hinum endanum, og ivasamt er, um nóg mikið av keyparum eru til allan tann skilda fiskin", segði hann.
Árni Joensen mælti til at hava so fáar bindingar sum møguligt í lógini, tí jú fleiri bondini eru, meira darvandi eru tey fyri vinnuna.
Vilja hava sama møguleika at bjóða
Páll Gregersen, umboð fyri ráfiskakeypararnar segði, at føroyskir fiskakeyparar ynskja at fáa sama møguleika at bjóða uppá fiskin, sum útlendskir keyparar, men samstundis undirstrikaði hann, at tað seinasta sum fiskakeyparar ynskja, er at seljararnir ikki fáa rætta prísin fyri fiskin.
Páll Gregersen fanst at seljarunum, sum hann segði almannakunngera sølurnar, tá prísurin er lágur á uppboðssølu í Føroyum, meðan teir dylja tað sum mansmorð, um teir fáa lágan prís í Skotlandi. Hann vildi við hesum vísa á, at ikki allar sølur uttanlands eru so væl eydnaðar, sum fjølmiðlarnir geva eina mynd av.
Samdir um Fiskavirking
Hóast langt var ímillum sjónarmiðini hjá ráfiska-keyparum og -seljarum, so var kortini semja um, at almenna fyritøkan "Fiskavirking", átti at verið privatiserað, og eisini funnust Árni Joensen og Páll Gregersen at tí, at Fiskavirking ikki keypir fiskin yvir uppboðssølu. Árni Joensen lýsti hetta við orðunum: "Vit kappast hvønn dag ímóti okk-ara egnu skattakrónum".
Lívligt orðaskifti
Fundarfólkið fekk eisini høvið at gera viðmerkingar og at seta spurningar, og henda møguleikan nýttu mong av teimum umleið 70 fólkunum, sum vóru møtt upp til fundin á Svangaskarði í gjárkvøldið.