Vøllurin í Sumba fær andlitslyfting

Vøllurin er í góðum standi, men orka hevur ikki verið til at røkja hann, men nú skal hann hava eina rættiliga yvirháling

Fótbóltur

Nú er ætlanin at geva fótbóltsvøllinum á Krossinum í Sumba eina rættiliga andlitslyfting.
Men tað er helst eitt, sum sumbingar ikki sleppa undan, tí fyri stuttum kolldømdi Fótbóltssambandið vøllin og vildi ikki góðkenna hann til fótbólt. Eftir nógvar tingingar aftur og fram, fingu sumbingar kortini loyvi at gera hetta kappingarárið liðugt á vøllinum.
Jacob Vestergaard, borgarstjóri í Sumba, sigur, at vøllurin í Sumba er ikki so gamal og nýtslan er eisini avmarkað í eini so lítlari bygd, sum Sumba er. Sostatt er vøllurin sum so í góðum standi.
Men trupulleikin er, at orka hevur ikki verið við til at røkja hann.
Men nú skal hann hava eina rættiliga viðgerð, so at sumbingar kunnu halda fram at spæla sínar heimadystir á honum.
Ein stórur trupulleiki er, at sandurin, sum er í vøllinum, er harðnaður.
Tað, sum skal gerast við vøllin, er, at trýstspula allan vøllin fyri at reinsa allan sandin burtur. Síðani skal nýggjur sandur koyrast á vøllin.
Jacob Vestergaard sigur, at tá er vøllurin aftur sum nýggjur.
Hann sigur, at tað mesta av hesum arbeiðnum er sjálvboðið arbeiði, men á fíggjarætlanini fyri komandi ár, ætlar kommunan at seta 30.000 krónur av til at geva vøllinum eina yvirháling.
Annars ætlar kommunan at seta 100.000 krónur av á fíggjarætlanini fyri komandi ár til ítróttarendamál, eitt nú til felagshúsið hjá Sumbiar Ítróttarfelag.