Tøl, sum amerikanska arbeiðsmarknaðarmálaráðið kunngjørdi seinnapartin, vísa, at í august komu nógv færri nýggj arberiðspláss í USA, enn búskaparfrøðingarnir høvdu væntað.
Eitt nú høvdu búskaparfrøðingarnir væntað 68.000 nýggj arbeiðspláss í landbúnaðinum, men har komu eingi. Í teirri privatu vinnuni væntaðu búskaparfrøðingarnir 95.000 nýggj arbeiðspláss, men har komu bara 17.000. Samanumtikið sluppu ikki fleiri amerikanarar til arbeiðis í august enn í juli.
Danski búskaparfrøðingurin Jakob Graven sigur, at tey nýggju arbeiðsmarknaðartølini benda á, at vandi er fyri afturgongd í amerikanska búskapinum. Hann vísir á, at onnur tøl hava víst, at teir amerikonsku brúkararnir eru ikki so bjartskygdir nú, sum teir vóru fyrr í ár, og harafturat hava vinnufyritøkurnar heldur ikki so góðar vónir um framtíðina.