Kyndil-Tjaldur 34-21
(15-9)
Steypavinnararnir úr Kyndli, munnu hava hildið høvdið nakað høgt alla seinastu viku, og einki er at ivast í, at teir eisini hava havt allar hugsandi orsøkir til hetta.
Hondbóltur snýr seg tó um annað og meira enn bara steypakappingina, og sunnudagin kallaði gerandisdagurin aftur, tá Tjaldur var komið til Havnar.
Uttan iva var tað sera heppið fyri Kyndil, at talan sunnudagin var um eitt av veikaru liðunum í deildini. Ofta er tað jú soleiðis, at leikararnir hava hug til at dovna nakað, tá teir júst hava vunnið ein stóran sigur.
Gjørdi sum teimum lysti
Tað var eisini líkt til, at kyndilsleikararnir vóru alt annað enn uppsettir, tá teir sunnudagin fóru á vøllin. Ferðin á spælinum var sera lág so at siga allan fyrra hálvleik, og uttan at nakað verður tikið frá Tjaldursliðnum, so var tað ikki orsakað av góðum spæli, at teir meginpartin av fyrra hálvleiki høvdu fatur í kyndilsliðnum.
Javna gongdin helt sær inn til tað restaðu góðir fimm minuttir av fyrra hálvleiki. Tá nýtti kyndilsvenjarin sítt time-out, og eftir hetta setti kyndilsliðið brádliga meira ferð á.
Seks mál á rað syrgdu fyri, at dysturin so at siga var avgjørdur, og í seinna hálvleiki hildu teir bara á fram, hóast ferðin ongan tíð gjørdist hin heilt stóra.
Tjaldursleikararnir høvdu eisini sæð, at dysturin í roynd og veru var taptur, og tí royndu teir als ikki at muta ímóti, men lótu kyndilsleikararnar gera, sum teimum lysti.
Sostatt var ikki tað undirhaldsvirðið í dystinum, men onkrar góðar detaljur fingu fáu áskoðararnir tó at síggja, tá Hannis og Hans Áki royndu seg við onkrum smørtum skoringum.
Bjarni út
Hóast Kyndil sostatt vann ein heldur lættan sigur, so munnu teir helst iðra seg um, at Bjarni Wardum fekk eitt heldur óneyðugt reytt kort, tá hann mest sum fyri seg sjálvan mutlaði nøkur orð, sum dómararnir helst ikki skuldu hoyra.
Oyruni vóru tó vakin, og tí mátti Bjarni ganga tungu leiðina út í skiftisrúmið, nakað áðrenn liðfelagarnir vóru lidnir at spæla.
Kyndil má sostatt vera stórskjútta sín fyri uttan komandi dystin, men tá hesin er móti H71, er helst væntandi, at Kyndilsliðið megnar at fáa stigini, uttan hjálp frá Bjarna.
Kyndilsliðið er nú bert fýra stig frá teimum trimum oddaliðunum, so hóast útlitini ikki eru av teimum allarbestu, so er liðið ikki heilt aftur úr siglt kortini. Úrslitini skulu tó laga seg sera væl, um tað skal eydnast teimum grønu at vinna seg fram á fremsta pláss, men so leingi møguleikin er til staðar, kunnu teir ikki heilt avskrivast.
Tjaldur sær hinvegin út til at fáa tað sera torført restina av kappingarárinum. Enn hevur liðið ongan dyst vunnið í grundspælinum, og megna teir ikki at vinna komandi vikuskifti, tá teir skulu royna seg móti KÍF, fer av álvara at síggja svart. Ein uggi man tað tó vera, at tað í løtuni ikki er líkt til, at nakað lið fer at flyta niður, men tað er so ongantíð stuttligt at liggja aftast.
Dysturin í tølum
Málskjúttar:
Kyndil: Hannis Wardum 8 (1), Hans Áki Dahl Christiansen 8, Jacob Jónsson 7, Rúni Poulsen 5, Bjarni Wardum 3, Regin Petersen 2, Uni Wardum 1
Tjaldur: Sverri Justinussen 7 (3), Súni F. Johannesen 4, Mortan Hansen 4, Ragnar Olsen 3, Arnfinn Langgaard 2, Dia Lamhauge 1
Brotskøst:
Kyndil 1, Tjaldur 3
Útvísingar:
Kyndil 5, Tjaldur 4
Diskvalifikatión:
Kyndil 1 (beinleiðis reytt)
Dómarar úr Neistanum:
Hjalmar Petersen og Kristian Johansen