Vænta broytingar, seinkingar ella avlýsingar

Tað er ikki bara Corona smittan, sum setir dagsskránna í hesum døgum.

Sum altíð, so er veðrið eisini avgerðandi fyri, hvussu gerandisdagurin lagar seg.

Strandferðslan boðar frá, at nú veðurforsøgnin er heldur vánalig, so ávirkar hetta farleiðir.

Strandferðslan skrivar á ssl.fo, at í morgin, mánadagin, kunnu broytingar væntast á leið 7, tað er leiðin við Smyrli um Suðuroyarfjørð.

Vegna vánaliga veðurforsøgn kunnu broytingar, seinkingar ella avlýsingar væntast á leið 7 mánadagin, skrivar ssl.fo.