Vænta fleir donsk ferðafólk í ár

– Kom upp úr sofuni!
– Kom og set tína nál í Før­oy­ar!
Við hesum lýs­ing­a­setn­ing­­um hevur Smyril Line markn­að­ar­ført seg á ev­rop­iska ­meg­in­land­inum síðan í fjør. Og nógv bendir á, at slíkt fær fólk at kvaklast við og fáa eyg­uni upp fyri Føroyum.

– Ser­l­iga í Danmark er á­hugin stórur í ár. Tað sóu vit sein­asta vikuskiftið á størstu fr­í­tíð­ar­messuni í Danmark, »Fer­ie for alle«, har áhugin fyri Føroyum var størri enn nakr­an­tíð. Smyril Line hevði egn­an bás, og bæði faldarar og ferð­a­tilboð vórðu skrødd bur­t­ur.
Tað sigur Henny á Líkn­a­r­gøtu, sølu- og markn­að­ar­leið­ari hjá Smyril Line.
Men einki kemur av ong­um. Smyril Line hevur sein­astu fimm vikurnar verið ó­van­liga sjónligt á danska markn­að­inum.
– Vit halda fram. Saman við Vi­sit Faroe Islands hava vit júst nú eitt sjón­varp­s­átak í danska TV2. Sjón­varps­her­fer­ð­in varir í fýra vikur.
Henny á Líknargøtu sig­ur, at í lýsingunum royna tey mest eftir donskum ferð­a­fólk­um, ið eru eldri enn 50 ár. Tey eru áhugað í náttúru, og tey eru komin eftir, at tey vilja royna okkurt annað.
– Okk­ara boðskapur í Dan­mark og Evropa annars er ein­fal­dur: Tað er lætt at ferð­ast. Ferðin við Norrønu er ein upp­living. Í Føroyum eru øðr­vísi upplivingar at fáa. Nátt­úr­an er í nánd. Ment­an­in er serstøk. Og so er Smyr­il Line einasta chruise-reið­ar­í­ið í Norðuratlantshavi, sum sigl­ir bæði til Føroya og Ís­lands, sigur hon.