Óvæntað forsetaskifti í ÍSF

Tað kom sum ein bumba fyri stjórnarfundin hjá Ítróttarsambandinum í gjárkvøldið, tá Sølvi R. Hansen boðaði frá, at hann legði frá sær sum ÍSF-forseti

Fíggjarætlan, úrvalsítróttur og bygnaðarbroytingar vóru millum evnini, ið stjórnarlimirnir vóru komnir saman at viðgera á fundinum í gjárkvøldið, men fundarskráin tók aðra vend, tá Sølvi R. Hansen byrjaði fundin við at boða frá, at hann legði frá sær sum ÍSF-forseti.
– Eg sá tveir møguleikar fyri mær. Annar var tann pragmatiska loysnin, at eg bleiv sitandi til aðalfundin, og at eg so hesar mánaðirnar arbeitti við teimum málum, sum eg havi, og hin loysnin var so tann, at eg legði frá mær, sigur Sølvi R. Hansen.
– At eg so valdi at leggja frá mær, er eisini ein lógartekniskur spurningur, tí sum ÍSF-forseti kann eg ikki samstundis sita í nevnd í einum felag undir ÍSF. Tá eg herfyri var valdur í nevndina í NSÍ, kom tað nokk so knappliga á, og tá kom tað mær slett ikki til hugs, at tað gekk ímóti andanum í lógini fyri ÍSF, so í míni verð er eingin ivi um, at tað var rættast at leggja frá mær nú.
Sølvi sigur, at hann í gjár kunnaði starvsnevndina um avgerðina, umframt at varamaðurin í starvsnevndini eisini fekk tað at vita. Men stjórnarlimirnir, sum eru formenninir í teimum ymsu sersambondunum, vistu av ongum, fyrr enn fráboðanin kom á fundinum í gjárkvøldið.

Avgerðina sjálvur
At Sølvi R. Hansen leggur frá sær, merkir samstundis, at so er varaforsetin, Petur Elias Petersen, nýggjur ÍSF-forseti, og varalimurin í nevndini, Petur Ove Petersen, kemur inn í nevndina og verður so nýggjur varaforseti, meðan Katrin Joensen framvegis er skrivari.
Petur Elias boðaði herfyri frá, at hann fer at stilla upp til forsetavalið á aðalfundinum tann 29. mai, og tí er nærliggjandi at spyrja Sølva R. Hansen, um hansara avgerð um at leggja frá sær, kann síggjast sum eitt slag av stuðli til Petur Elias, so hann fær ein fyrimun undan valinum.
– Nei, tað er so ikki nakað, eg havi hugsað um, tí Petur Elias hevur slett ikki verið við í hesum yvirhøvur. Avgerðina eigi eg fult og heilt einsamallur, og eingin fekk at vita um hana, fyrr enn eg longu hevði tikið hana, sigur Sølvi, sum hinvegin sigur seg vera til reiðar at rætta eina hjálpandi hond, um brúk verður fyri tí hesa komandi tíðina.
Sølvi R. Hansen var valdur til ÍSF-forseta í kapping við Annsy Høghamar á aðalfundinum 24. mai í 2008, tá hann tók við eftir Heðin Mortensen, sum hevði sitið í forsetasessinum í 28 ár.