Tey, ið skulu við Smyrli í dag, kunnu vænta nakrar seinkingar í ferðaætlanini. Smyril fer enn einaferð at sigla við trimum motorum, og tí kunnu seinkingar væntast, skrivar Strandfaraskip Landsins á heimasíðu síni í dag.
Smyril sigldi ein stóran part av summarinum við trimum motorum og hevði tí broytta ferðaætlan í sambandi við yvirháling av motorum umborð. Hesa ferð er orsøkin tekniskt arbeiði, stendur skrivað í stuttari lýsing á ssl.fo.
Siglitíðin hjá Smyrli plagar at liggja um tveir og ein hálvan tíma, tá siglt verður við trimum motorum.