Vápn ella umhvørvi og vælferð

AMERIKANSKA valstríðið til forsetavalið er so smátt byrjað. Tey bæði høvuðsvalevnini eru tilnevnd og nú fara vit í útvarps- og sjónvarpsrásum dagliga at hoyra um hetta valstríð. Eitt valstríð, sum á ein hátt er ein leikur ? eitt show ? men sum samstundis sigur nakað um heimspolitikkin og er rættiliga avgerandi fyri javnvágina í heiminum.

AV hesi orsøk taka vit hetta valstríð og hetta forsetaval í rættiliga stórum álvara. Tað er eisini tí, at fjølmiðlar kring allan heim varpa so nógv frá hesum valstríði. Ja, alheimurin tekur hetta valstríð og val í størri álvara enn hin vanligi amerikanarin. Amerikanarin skal skrásetast sum veljari og vanliga liggur atkvøðuprosentið í USA ikki um meira enn 50 prosent. Tað merkir, at bara annarhvør amerikanari fer at seta kross sín við hesar persónar, sum vit fara at síggja á skýggjanum komandi mánaðirnar. Tí kunnu vit kanska seta spurnartekin við demokratisku tilvitanina í USA, sum jú er flaggskipið hjá demokratiska Vesturheiminum.


HØVUÐSVALEVNINI, Al Gore og George Bush, eru tilnevnd, og vit hava frætt meira um, hvat teir standa fyri. Ikki tí, tey flestu fylgja við, vita hvat teir stóru amerikansku flokkarnir standa fyri.


SUM vituligt er, leggur tað republikanska valevnið, tann konservativi Bush, dent á ta amerikansku verjuna. Rakettskipanin skal byggjast út, og gamla spøkilsið hjá Reagan gamla, stjørnukrígsætlanin, verður óivað drigin undan væðingina aftur. Hugsa vit um heimsfriðin, sum av álvara er komin í javnvág, nú vit hava havt eina demokratiska leiðslu og fyrisiting í Washington, so er vandi fyri, at støðan millum eystur og vestur aftur fer at skerpast. Heimsfriðurin er helst komin fyri at verða, men stórveldini halda seg ikki burtur frá stríði her og har í heiminum, og slíkar tvístøður kunnu lættliga elva til øktan spenning aftur. Harafturat lovar Bush sjálvandi skattalætta, tí vælferðarsamfelagið, sum vit kenna í Europa, skal ikki av álvara koma fyri seg í USA. Har skal framvegis valda stættamunur. Henda borgarliga áskoðanin saman við einum andaligum boðskapi skal aftur fáa ein republikanara til valdið.


TANN demokratiski Al Gore vísir afturímóti á týðandi spurningar um umhvørvi og týdningin at fáa øll við í ta vælferð, sum tann stóri búskaparligi vøksturin undir Bill Clinton stjórnijni hevur skapt. Harafturat miðar hansara politikkur eftir at tryggja javnvágina, sum er í heiminum í dag. Tann høgrasinnaða pressan roynir sjálvandi at brúka Clinton og Levinsky-gøluna ímóti honum. Hóast Al Gore einki hevur við hesa at gera, so er tað lættari, enn at rósa demokratunum fyri tann góða búskapin, sum hevur skapt fleiri milliónir nýggj arbeiði, so arbeiðsloysi bæði millum kvinnur og menn er tað lægsta í 30-40 ár. Valið skuldi verið lætt.og einki bendir á, at nakað føroyskt lið verður í næsta Europa Cup umfarinum.

Annan sunnudag verður ikki spælt í landskappingini í 1. deild. Tá verður fyrsti HM undankappingardysturin á skránni. Slovenia skal spæla móti Føroyum á Svangaskarði. Í hesi vikuni verður føroyska landsliðið úttikið. Bæði úttøkan og dysturin verða spennandi, so fótbóltshugaðu føroyingarnir nýtast ikki at keða seg. Tað er nóg mikið at tosa um og at gera metingar um!

jh