Danska húskið, sum vóru gíslar hjá somaliskum sjórænarum í meiri enn eitt hálvt ár, vórðu ikki illa viðfarin ella fyri harðskapi, meðan tey vóru hjá sjórænarunum. Tað skrivar Sjællandske í dag og endurgevur Facebook-síðuna hjá mammuni, Birgit Marie Johansen.
-Vit vórðu ongantíð sligin ella fyri øðrum harðskapi. Vit høvdu frítt at fara umborð á skipinum meginpartin av tíðini, so eftir umstøðunum høvdu vit tað gott, skrivar hon og leggur afturat, at tey sluppu at vera saman alla tíðina við undantak av tveimum døgum.
Sambært Sjællandske er húskið nú heima í Kalundborg, og tey trý børnini eru farin aftur í skúla.