Víðsjón 2015

Onkur segði mær, at onkur hevur smíðað nýtt orð: VÍÐSJÓN (vision á útlendskum)

Eyðun á Borg
á Borg á Argjum í mei 2006

VÍÐSJÓN: Frálíkt orð! Víðar sjónir (hugsjónir)!
Vit hava hálvføroyskað vision til visjón. Latið okkum heilføroyska orðið til víðsjón!
Nú rekur hart á kíkin! Tú ivast, um sjónirnar eru nóg víðar! Í hesum døgum hava vit sanniliga brúk fyri víðum sjónum!
Altso: Víðsjón heldur enn visjón!
E.S. Cost benefit = nyttukostnaður/gagnprísur?
Man cost benefit kunna umsetast til nyttukostnað? Hvør nytta fæst fyri kostnaðin!?!
Ella gagnprísur? Hvat gagn fæst fyri prísin!?! Ella---?
Við víðsjónarkvøðu