Væl meira sild men nógv minni svartkjaftur

- Semja fekst ikki um makrelin í samráðingarumfarinum í London í síðstu viku, men londini fara at royna aftur seinni

Strandalondini, sum eru Noregi, Føroyar, ES, Bretland og Ísland, eru samd um, at svartkjaftakvotan næsta ár verður á 851.344 tons.

 

Hetta er sambært KvF í morgun 41 prosent minni enn í ár og er samstundis samsvarandi tilmælinum hjá altjóða havgranskingarstovninum, ICES. 

 

Londini eru eisini samd um heildarkvotuna av norðhavssild, sum verður 533.914 tons næsta ár og soleiðis eisini sambært tilmælinum hjá ICES.

 

Talan er her um ein vøkstur á 33 prosent í mun til sildakvotuna, sum er galdandi fyri árið í ár.   

 

- Semja fekst ikki um makrelin í samráðingarumfarinum, sum var í London í síðstu viku, men londini fara at royna aftur seinni, visti KvF at siga í morgun.

 

##med2##

 

Kvotan av norðhavssild veksur 33 prosent, og svartkjaftakvotan minkar 41 prosent