Vænta avlýsingar um Suðuroyarfjørð komandi dagarnar

Veðrið ávirkar framvegis samferðsluna.

Veðrið hevur darvað samferðsluni síðstu dagarnar, og tað letur til, at eisini komandi dagarnar ávirkar veðrið Strandferðsluna.

 

Ssl.fo boðar í dag frá, at í morgin og leygardagin kann roknast við avlýsingum á leið 7, ið er leiðis um Suðuroyarfjørð við Smyrli.

 

Strandferðslan sigur soleiðis:

 

Fyri veður kann roknast við broytingum og møguligum avlýsingum á leið 7, fríggjadag 2. februar og leygardag 3. februar.