Tvey ísfiskalínuskip eru til fiskiskap. Tey fáa mest av hýsu og blálongu og so nakað av toski. Væntandi koma bæði skipini inn at landa í næstu viku.
Tað siga tey á Fiskamarknaði Føroya.
Níggju frystilínuskip eru eisini til fiskiskap. Fimm eru í føroyskum sjógvi, tvey í íslendskum, og tvey eru í grønlendskum sjógvi.
Á Fiskamarknaði Føroya siga tey, at frystilínuskipini fáa eina blanding av toski, hýsu, longu og brosmu.
Streymurin verður brúkiligur í næstu viku, men harðnar, sum vikan gongur. Veðrið verður hampiligt fyrst í vikuni, men versnar út á vikuna.
- Vit vænta tískil, at nakað verður av útróðri fyrst í vikuni og minni seinni í vikuni. Útróðrarbátarnir fáa mest av hýsu og so nakað av toski.
Lagt verður aftrat, at útróðrarbátarnir hava smáligan fiskiskap.