Vænti ikki eg keypi el-bil

- Eg eri kanska eitt sindur “old fashion”, sigur Jákup Martin Sørensen

Hvat bilmerki koyrir tú? 

- Eg koyri í einum Ford Transit.

Koyrir tú diesel-, bensin-ella el-bil? 

- Diesel.

Kann tað hugsast, at tín næsti bilur verður ein el-bilur? 

- Eg vænti ikki, eg keypi el-bil í næstum. Eri kanska eitt sindur “old fashion”. 

Hvørjar tankar hevur tú um el-bilar? 

- Eg haldi sum so ikki so nógv um bilar, men koyri bara, sigur borgarstjórin í Húsavíkar kommunu. 

 

Í VikuskiftisSosialinum herfyri var serblað um bilar, og her settu vit borgarstjórum nakrar spurningar um bilar.