Vágamaður til B36

Eli Falkvard Nielsen hevur skrivað sáttmála við B36

 

 

B36 skrivar á heimasíðu sínari, at felagið hevur skrivað sáttmála við 21 ára gamla vágamannin.

 

Eli Falkvard Nielsen hevur sambært faroesoccer spælt 76 dystir í bestu føroysku deildini. Hartil hevur hann spælt 50 dystir í 1. deild og 10 dystir í steypakappingini.