-Eg havi verið hóttur við uppsøgn tvær ferðir áður. Eg veit ikki, hví tað ikki ber til at tosa saman, tá tú jú er í samstarvi, og hví alt skal verður bál og brandur!
Hetta sigur frákoyrdi landsstýrismaðurin, Sámal Petur í Grund við Sosialin, dagin eftir, at hann pakkaði saman í Tinganesi.
Sámal Petur í Grund og Edmund Joensen hava samstarvað, síðani samgongan varð skipað eftir síðsta val. Hóast teir báðir hava havt gott samstarv í byrjanini í hvussu er, so er tað vorðið longur og longur millum teir, sum frá hevur liðið. Hesa tíðina hevur tað verið til ikki minni enn tvær hóttanir um uppsøgn - til so endaliga uppsøgnin kom - uttan enn eina hóttan.
Sámal Petur í Grund vísir á, at fyrra hóttanin kom í november mánað 1995, tá avtala skuldi undirskrivast við danir. Tá noktaði hann í fyrsta umfari at skriva undir og løgmaður segði honum, at skrivaði hann ikki undir, var sjálvstýrisflokkurin ikki við í samgonguni meira. Seinna hóttanin kom í januar í ár í sambandi við nógv umrødda tipsmálið. Meðan fyrra hóttanin var munlig, so var henda skrivlig.
Nú kom so endabresturin. Sagdur upp uppá grátt pappír - uttan nakra sum helst ávaring.
Løgin arbeiðsháttur
-Hetta er ein undarligur arbeiðsháttur. Vit høvdu vanligan landsstýrisfund mánadagin og løgmaður og eg gingu um beinini á hvørjum øðrum uttan, at eitt øvugt orð fall. Ístaðin fyri at práta við meg um hetta, so fær tú bræv í hondina við eini uppsøgn. Um tað er so, at løgmaður metti meg hava sagt nakað skeivt við útvarpið, so kundi hann tosað við meg um tað. Men soleiðis arbeiðir løgmaður ikki.
Sámal Petur í Grund leggur aftrat, at ein ríkisleiðari kann ikki siga einum landsstýrismanni upp útfrá nøkrum, sum hann er endurgivin fyri at siga í útvarpinum.
-Taka vit aktuella tunnilsmálið og siga, at tað er hetta, sum løgmaður hevur sagt meg úr starvi uppá, so er til tað stutt at siga. Eftir at hava verið í Íslandi og kunnað meg um tunnilsarbeiði har, varð farið at gera kanningar í Føroyum. Hetta er ikki annað enn náttúrligt. Harvið varð tó eingin avgerð tikin um, antin tunnilin skuldi gerast ella ikki, tí øllum kunnugt, eisini løgmanni, so kann ein landsstýrismaður ikki sjálvur fara niðan í tingið við einum uppskoti. Í hesum føri skal hann leggja tað fyri landsstýrið fyrst.
Sámal Petur í Grund vísir á, at tá løgmaður herfyri gjørdi greitt í røðu á tingi, at landsstýrismenn gjørdu ikki sítt heimaarbeiði, og at teir áttu at halda seg innan fyri teir karmar teir høvdu fingið og disponera út frá tí, so tók hann løgmann uppá orðið og gjørdi eitt broytingarskjal til fíggjarlógaruppskotið, ið eisini er vanlig mannagongd.
-Í hesum broytingarskjalinum, sum landsstýri og samgonga eru vorðin kunnað um, verða 9 mill. kr. skarvaðar av játtanini hjá landsverkfrøðingsstovninum. Talan er mest um nýgerð av vegum. Hesin peningur er so ætlaður at brúka til onnur endamál, eitt nú innan samferðsluøkið.
Bræv til løgmann
Í brævi dagfest 30.10 til løgmann og landsstýrismenn greiðir Sámal Petur í Grund m.a. frá samferðslutrupulleikunum, sum hava tikið seg upp á Vágaleiðini. Har nevnir hann tjakið um fast samband og vísir til kunnandi ferð í Íslandi, og at ein bólkur settur av felagskommunum í Vágoynni arbeiðir við at lýsa samfelagsliga týdningin av føstum sambandi. Hesin bólkurin kom við sínum tilmæli 15. november.
Í sama brævi verður upplýst, at landsverkfrøðingurin hevur fingið til uppgávu at dagføra ætlanina frá seinast í áttatiárunum.
-Henda dagføring er viðløgd til kunningar, og sum grundarlag fyri einum framhaldandi tjaki í landsstýrinum eru orðini frá Sámal Petur í Grund, landsstýrismanni til løgmann.
Sámal Petur í Grund sigur, at hetta brævið átti at verið nóg mikið til at tikið burtur grundgeving løgmans fyri, at hann sum landsstýrismaður skal hava brúkt óvanligan og skeivan framgangsmáta.
Enn eitt bræv
Og fara vit so víðari - fyri framhaldandi at lýsa støðuna hjá frákoyrda landsstýrismanninum í hesum máli - so hevur hann tann 25. november sent øllum samgongutinglimum bræv, har tað verður greitt frá støðuni innan samferðsluøkið.
Hann vísir á, at tað er neyðugt við íløgum í næstu framtíð og hann skrivar: -Innan teir karmar, sum vórðu givnir til fíggjarløgtingslóg fyri 98, var ikki tað stóra plássið fyri íløgur í samferðsluútbúnað. Eitt rættingarskjal er á veg til fíggjarnevndina, har nakrar smáar umprioriteringar eru at finna.
Síðani verður reksað upp, hvør tørvurin er á samferðsluøkinum komandi árini og verður settur upp ein ?landsplanur? fyri neyðugar íløgur. At enda vísir landsstýrismaðurin á, at tað kundi verið freistandandi at bíða eftir, at ?landsplanurin? er liðugur ella at fyrsta ábendingin er komin (mai 98).
Stórt yvirskot í 97
Síðani verður nomið við Vágatunnilin og skrivar landsstýrismaðurin, at tað var rætt at steðga arbeiðinum í 89 útfrá samfelagsligu støðuni tá. Nú er støðan ein onnur, tí tað helst verður eitt yvirksot á fíggjarlógini í inniverandi ári uppá 200 mill. kr.
-Tað tykist sum tingmenn og politikarar annars eru fyri, at tunnilin fyrr ella seinni gerst veruleiki. Spurningurin er so, um tíðin at taka arbeiðið uppaftur er komin, ella bíðast skal í eina tíð enn.
Sámal Petur í Grund vísir á, at tað eru argument fyri at útskjóta hetta arbeiðið, men leggur aftrat, at tað slepst ikki undan einari ella aðrari íløgur á farleiðini kortini. Og tí er umráðandi, at støða verður tikin til, hvør leið skal gangast. Og her eru tríggjar leiðir í at velja. Antin at brúka umleið 90 mill kr. til ferju og ferjulegu, at brúka tvær minni ferjur ella at seta arbeiðið uppá tunnilin í gongd aftur.
At enda skrivar landsstýrismaðurin, at rættast er - eftir hansara tykki - at 40 mill. kr. verða tiknar av yvirskoti landskassan í verndi fíggjarári. Til ber at játta peningin í ár, men hann verður ikki brúktur, uttan so at løgtingið eisini samtykkir løgtingslóg um partafelag.
-Kemur løgtingið so hartil, at tað ikki vil samtykkja lóg um partafelag, til hesa bygging og víðari rakstur, so fellur peningurin aftur í landskassan og viðførir, at yvirskotið í 97 verður tað størri.
Skal henda loysnin veljast, so hevur málið skund, tí havi eg valt henda máta at senda tykkum hesar reglur, saman við uppskoti um eykajáttan.
Víst verður á í brævinum, at landsstýrið er kunnað um hetta á politiskum landsstýrisfundi.
Gevið til kennar....
Og landsstýrismaðurin endar brævið við hesum orðum:
-Skal umsókn um eykajáttan leggjast fram og viðgerast í løgtinginum í ár, so er helst neyðugt, at málið fer um landsstýrisfund í fyrstu viku av desember.
Eg fari hervið at heita á tykkum at geva til kennar, um tit taka undir við at játta 40 milliónir kr. á inniverandi fíggjarlóg, sum partapening í partafelag, sum skal taka sær av at byggja og reka fasta sambandið um Vestmannasund. Helst er greiðast, at tit boða formanninum í tingbólkinum frá støðutakan tykkara, soleiðis at hann/hon kann boða frá tykkara støðu.
Sámal Petur í Grund sigur, at við hesum brævinum er grundgevingin hjá løgmanni fyri at siga seg upp, burturdottin. -At løgmaður brúkar júst hetta bræv sum grundgeving fyri uppsøgnini, vísir bert, hvussu løgmaður velur at mistulka ein tekst fyri harvið at kunna brúka hetta móti einum landsstýrismanni honum ikki hóvar.
Sámal Petur í Grund vísir á, at tí er tað púra greitt fyri sær, at tað aftan fyri alt hetta eru heilt aðrar orsøkir til, at løgmaður hevur sagt seg upp. -Tær orsøkirnar fara vit kanska at fáa nakað meira at vita um komandi dagarnar, tá meiri kemur fram fyri dagsins ljós.
Vit hava roynt at fáa eina viðmerking frá løgmanni til úttalilsini hjá Sámal Petur í Grund, men tað hevur ikki eydnast okkum.