Vakrir urtagarðar í Sundalagnum

Í sambandi við fríðkanarátakið í summar var skipað fyri eini kapping millum vakrastu urtagarðarnar í kommununi. Í juli mánaði var ein dómsnevnd á rundferð í bygdunum í kommununi, har tey gjørdi sær eina mynd av støðuni sum heild, og har tey sóu rættiligar nógvar vakrar og væl hildnar urtagarðar. Millum hesar urtagarðar valdu tey tríggjar burtur úr.

Best røkta urtagarðin mettu tey urtagarðin hjá Dagny og Finnbjørn Egholm við Norðskála at vera, nr. 2 tann hjá Marjun av Steinum og Petur Eikhólm í Hvalvík og nr. 3 tann hjá Sigrid og Schandorff Vang á Oyrarbakka. Heiðurslønir vóru latnar teimum, sum eiga teir tríggjar urtagarðarnar, á kvøldsetuni í Eydnuni leygarkvøldið 15. september.

Í Sunda Kommunu er bert Hósvík vetrarfriðað, og tað munnu verða mangir urtagarðseigarar í hinum bygdunum, ið ynskja sær somu umstøður. Spurningurin um vetrarfriðing hevur sum heild ikki verið serliga nógv viðgjørdur í kommununi, helst tí at tað verður ásannað, at vetrarfriðing av øllum bygdunum hevði verið sera kostnaðarmikil at farið undir. Spurningurin er so, um ein langtíðarætlan møguliga kundi verið gjørd, um politiskur áhugi er fyri tí.

Tað skrivar Sunda kommuna á heimasíðu síni.