Valdur til borgarstjóra fyri triðju ferð

Toppskorarin verður borgarstjóri í Vestmanna hesi næstu fýra árini

 

Tað er nú greitt, at tað verður Pauli Trónd Petersen, sum heldur fram sum borgarstjóri í Vestmanna. Nývalda bygdarráðið í Vestmanna Kommunu skipaði seg í gjárkvøldið og har varð Pauli Trond Petersen valdur til borgarstjóra og Bjørg á Rógvi varð vald til varaborgarstjóri, sigur Vestmanna Kommuna.

Pauli varð valdur í bygdarráðið í 2005, og sostatt hevur hann sitið í Vestmanna Bygdarráði í 16 ár. Hesi seinastu átta árini hevur hann verið borgarstjóri. Á kommunuvalinum týsdagin var Pauli Trond Petersen toppskorari við 248 atkvøðum og nú er hann so valdur til borgarstjóra fyri triðju ferð.

Annars eru nevndirnar í bygdaráðnum mannaðar soleiðis:

Fíggjarnevndin: Pauli Trond Petersen, Laila Haldansen og Ingi Olsen.

Tekniska Nevnd: Bjørg á Rógvi, Sára Jógvansdóttir og Eyðun Hansen.

Mentanarnevndin: Bjørg á Rógvi, Laila Haldansen og Anja Haldansen.

Trivnaðar- og Umhvørvisnevndin: Bjørg á Rógvi, Sára Jógvansdóttir og Anja Haldansen.

Havnarnevndin: Sára Jógvansdóttir, Eyðun Hansen og Ingi Olsen.

Skúlastýrið: Laila Haldansen og Anja Haldansen. Varðaumboð eru ávikavist Ingi Olsen og  Eyðun Hansen).

Tilbúgvingarnevndin: Pauli T. Petersen, Jóhan Müller og Ingi Olsen.

Og so verða tað Pauli T. Petersen og Bjørg á Rógvi sum umboða kommununa í Heimatænastuna í VEKS.