Valevni velja

Eisini valevni vóru á val í dag.

VAL


Heðin Mortensen

Ein av teimum absolut meira markantu valevnunum hesaferð - í øllum førum í høvuðsstaðnum ? er Heðin Mortensen.
Hann var sjálvur saman við konuni og valdi á størsta valstaðnum, Ítróttarhøllini á Hálsi, týsmorgunin um ellivu tíðina. Tað vóru heldur ikki fá fólk, ið savnaðust um Heðin, tá hann var millum veljararnar á Hálsi.
Tá vit hittu Heðin, eftir at hann hevði verið og valt, so segði hann seg hava hampuliga góðar vónir til, at hann fór at gera eitt gott val. Seinanst slap hann inn á ting sum eykamaður.
Um valstríðið sigur Heðin Mortensen:
?Tú ert noyddur at vera nógv frammi. Fleiri og fleiri miðlar gera seg galdandi, og tú verður noyddur at halda teg framat, sigur Heðin Mortensen.
Heðin Mortensen hevur roynt seg við lýsingum í bæði bløðum, á bussum og øðrum miðlum.
Heðin sigur seg vera hepnan, tí hann hevur eitt stórt lið aftanfyri seg við hjálparfólki,og tað hevur lætt nógv um hjá honum. Kostnaðurin fyri valstríðið hevur verið um 50.000 kr., sigur Heðin, men tað hevði ikki borið til, um hann var einsamallur, og skuldu øll fólkini fingið løn, so hevði kostnaðurin verið nógv hægri.
Heðin sigur seg samstundis leggja stóran dent á at ferðast millum fólk, og hann hevur eisini ringt til fólk og heitt á tey um at velja seg og flokkin.

Kristian Magnussen

Tingmaðurin hjá Javnaðarflokkinum í Suðurstreymy, Kristian Magnussen, var eisini og valdi um ellivu tíðina týsmorgunin. Hann gjørdi eitt sera gott val fyri fýra árum síðani, tá hann fekk 705 persónligar atkvøðum. Hann roknar tó ikki við eins stórum atkvøðutali hesaferð í mun til seinast.
Honum dámar als ikki mátan, ið valstríðið hevur koyrt uppá.
?Hetta hevur verið elendigt. Tað hevur verið alt ov nógv og alt ov óskipað, sigur Kristian.
Hann sigur, at tað einki hevur við taktikk at gera, at hann ikki hevur verið so nógv frammi við lýsingum.
?Tað er meira prinsippið, at vanlig fólk ikki skulu til at nýta so ótrúliga nógvar pengar uppá eitt valstríð, sigur Kristian.
?Eg haldi, at hetta við øllum hesum lýsingunum er nakað tvætl, meinar ein avgjørdur Kristian.
Hann sigur seg altíð verið nógv í kontakt við fólk, og hetta ger hann enn. Hann ringir ikki runt, men tað eru onnur, sum reka fyri hann, ljóðar tað frá honum. Hesi gera tó ikki eftir boðum.

Høgni Hoydal

Mest umsvermaði maðurin í Ítróttarhøllini á Hálsi var Høgni Hoydal, formaður Tjóðveldisfloksins. Tíð var ikki til at práta við mannin, ið útlendsk eins og føroysk pressa stóð og bíðaði eftir.
Hann hevur tó áður úttalað, at valstríðið hevur verið siðiligt og hevur snúð seg um loysing og samband.