Valfelag í Havn: Vilja viðgera Anniku Olsen í floksleiðsluni

– Málið um sammøður átti at verið loyst, áðrenn tað kom so langt, heldur næstformaðurin í Havnar Framburðsfelag, valfelagnum hjá Fólkaflokkinum í Havn

Regin W. Dalsgaard, næstformaður í Havnar Framburðsfelag

– Havnar Framburðsfelag fer fyrst og fremst at fundast um nýggj landsstýrisfólk. Eg fái ikki sagt nakað um støðuna hjá felagnum til hetta málið, fyrr enn tað er viðgjørt í felagnum, sigur Regin W. Dalsgaard, sum er næstformaður í valfelagnum hjá Fólkaflokkinum í Havn, Havnar Framburðsfelag.

 

Hann sigur, at sjálvandi stuðla tey teirra umboð, Anniku Olsen, sum eisini er teirra umboð í Tórshavnar býráð. Men hann fær ikki sagt nakað um, hvørja støðu Havnar Framburðsfelag hevur til alt hetta málið, fyrr enn tað er viðgjørt í felagnum. Hann sigur tó, at tað sjálvandi ikki er rætt at bróta avtalur, men hetta, sum Annika Olsen hevur gjørt, er kortini ikki nakað eindømi í Fólkaflokkinum.

 

Støðan er tann, at Fólkaflokkurin hevur tveir tómar sessir í landsstýrinum, eftir at Jacob Vestergaard og Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir løgdu landsstýrissessirnar frá sær mándagin 20. desember fyri at fáa Anniku Olsen úr Løgtinginum – hon er annað varafólk floksins á tingi fyri landsstýrisfólk. Tað eydnaðist ikki at fáa hana út til fundin, har málið sammøður varð samtykt, tí Jørgen Niclasen ikki eisini legði sín landsstýrissess frá sær, og tí at Heðin Zachariassen fór í farloyvi, fyri at geva Anniku Olsen møguleikan at atkvøða fyri málinum hjá andstøðuni um sammøður, sum snýr seg um at geva samkyndum rættindi.

 

Sum skilst er tað ein meiriluti av tingmanningini, sum hevur somu støðu sum tey bæði landsstýrisfólkini. Og vilja tey ikki hava Anniku Olsen aftur á ting, so kunnu tey bara lata vera við at koyra nakran av tingmanningini í landsstýrið – so missir Annika Olsen tingsessin, sum hon annars hevði havt til næsta val.

 

Tingbólkurin hjá Fólkaflokkinum hevði fund um málið seinnapartin í gjár, og tann fundurin verður uppafturtikin seinnapartin í dag.

 

##med2##

 

Regin W. Dalsgaard sigur, at nevndin í Havnar Framburðsfelag fer at hava fund um málið í kvøld, og sigur, at tað sum hevur størstan týdning er at tað verða vald tvey skikkað fólk í landsstýrið.

 

Men hóast hann sigur tað, so snýr tað seg um, hvussu tingmanningin ætlar at telva í hesum máli. Tí vilja tey halda Anniku Olsen uttanfyri, so skulu tey bara velja tvey fólk uttan fyri tingbólkin í landsstýrið. Tað ber væl til, men tað er ikki vanligt, at ein stórur flokkur við átta tingfólkum bara hevur eitt tingfólk í landsstýrinum.

 

Tí er spurningurin, um tingbólkurin vil revsa Anniku Olsen, so hon ikki sleppur á ting aftur. Sleppur hon hinvegin aftur á ting, tí at ein ella tveir persónar, sum eru framman fyri hana á listanum fara í landsstýrið, so hava Jacob Vestergaard og Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir ofrað sínar landsstýrissessir til onga nyttu.

 

Regin W. Dalsgaard vil ikki siga sína støðu til málið um sammøður, men hann sigur, at Havnar Framburðsfelag heldur, at flokkurin átti at loyst hetta málið, áðrenn tað kom so langt. Hann sigur, at tað kundi ikki koma óvart á nakran, at Annika Olsen fór at atkvøða fyri.

 

Men hann sigur eisini, at tað er ikki rætt av Anniku Olsen at bróta avtalur, sum samgongan hevur gjørt – og soleiðis bróta samgonguskjalið.

 

Tað er eingin treyt, at landsstýrisfólk skulu vera vald á ting ella yvirhøvur hava stillað upp til løgtingsval. Í veruleikanum kann ein og hvør gerast landsstýrisfólk. Hóast tað er løgmaður, sum tilnevnir landsstýrisfólk og kann koyra landsstýrisfólk úr starvi tá hann vil og um hann vil, so er tað vanligt, at tað eru flokkarnir sum gera av, hvør umboðar tey í landsstýrinum, meðan løgmaður tekur formligu avgerðina.

 

Tey, sum skulu taka støðu til, hvør skal í landsstýrið fyri Fólkaflokkin eru hesi:

 

1 Beinir Johannesen   998

 

2 Jacob Vestergaard   783

 

3 Jørgen Niclasen        722

 

4 Jógvan á Lakjuni       683

 

5 Christian Andreasen 580

 

6 Jákup Mikkelsen      548

 

7 Uni Rasmussen        465

 

8 Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur           461

 

9 Heðin Zachariasen   342

 

Átta tey fyrstu eru vald á ting. Av tí, at Jørgen Niclasen er landsstýrismaður, hevur Heðin Zachariasen sæti fyri hann.

 

Hini, sum stillaðu upp, men sum ikki vórðu vald, eru hesi:

 

10 Annika Olsen          289

 

11 Brandur Sandoy     289

 

12 Jóhan Eli Lyngvej Poulsen  230

 

13 Rógvi Egilstoft Nielsen       227

 

14 Pól Huus Sólstein   225

 

15 Hans Andrias Kelduberg    196

 

16 Bjartur Nolsøe        162

 

17 Hanus Samró         146

 

18 Símun Jóannesarson Hansen         132

 

19 Birgir Nielsen         107

 

20 Sámal Jákup Sakarisson     89

 

21 Jonhard Danielsen 87

 

22 Frits Strøm 60

 

23 Hans Joensen         44

 

24 Joan Samuelsen     44

 

25 Ingvør Justinussen 35

 

26 Jákup Martin Kjeld 33

 

27 Eivind Jacobsen      24

 

28 Rigmor Rasmussen 20

 

 

 

Regin W. Dalsgaard, næstformaður í Havnar Framburðsfelag

Tingmanningin hjá Fólkaflokkinum, sum varð vald á seinasta løgtingsvali 31. august í 2019