Valfelag takkar fyri stuðulin

Formaðurin í Suðurstreymoyar Javnaðarfelag, Anna Johannesen er sera fegin um stuðulin, sum Javnaðarflokkurin fekk í Suðurstreymi hesaferð

? Framgongdin í høvuðsstaðarøkinum var sera góð, tí flokkurin fór fram við fleiri enn 400 atkvøðum, og hetta er ikki minst trúgvu limunum umfram valevnunum sjálvandi at takka, sigur hon. Uttan hetta sera góða arbeiði, hevði úrslitið helst ikki verið so gott, sigur hon.,

Suðurstreymoyar Javnaðarfelag hevur aðalfund komandi mikukvøld, og nú verða allar kreftir lagdar í fyrireikingarnar til løgtingsvalið. Við seinasta løgtingsval misti Javnaðarflokkurin annan mannin í Suðurstreymi, har flokkurin síðani 1978 hevur havt tveir mans valdar.

Nú Kristian Magnussen kom upp í Javnaðarflokkin, hevur flokkurin aftur tvey løgtingsumboð í Suðurstreymi, og væntar Anna Johannesen, at tað á løgtingsvalinum fer at eydnast at fáa bæði umboðini vald.