Valið er av ......

Endaliga úrslitið: Tjóðveldisflokkurin vann valið, Fólkaflokkurin gjørdist nummar tvey, Javnaðarflokkurin nummar trý, Sambandsflokkurin nummar fýra, Sjálvstýrisflokkurin nummar fimm og Miðflokkurin nummar seks.

Tjóðveldisflokkurin gjørdist tann stóri vinnarin av løgtingsvalinum. Flokkurin fekk átta umdømisvaldar tingmenn.


Javnaðarflokkurin fekk fleiri atkvøður enn Fólkaflokkurin, men av tí at býtið av umdømisvaldum tingmonnum fall, sum tað gjørdi, so fekk Fólkaflokkurin fleiri tingmenn enn Javnaðarflokkurin.


Javnaðarflokkurin misti Sandoynna - har vantaðu 11 atkvøður í - og fekk ikki nóg nógvar atkvøður í Vágoynni. Hinvegin fekk Fólkaflokkurin umboð í báðum hesum nevndu valdømunum.


Sambandsflokkurin fekk eitt vánaligt val. Teir mistu 5,4 prosent í mun til valið í 1994 og teir mistu tveir mans.


Men tað tykist ikki at rína við hjá Edmundi Joensen, løgmanni.


Í formansrunduni søgdu flest allir formenn, at tað hevði sømt seg best, at løgmaður leggur frá sær, men Edmund vil brúka møguleikan, sum stýrisskipanin gevur og tað er at royna at skipa eina borgarliga samgongu í vikuskiftinum.


Hetta vildi tó verið at hildi føroyingar til tað turra spott, tí størsta evni í valstríðnum hevur verið um at viðurskiftini millum Føroyar og Danmark skulu broytast.


Og tað væntar eingin hendir meðan Sambandsflokkurin situr í samgongu.


Hvussu leikur fer, fáa vit at vita í vikuskiftinum.