Valur er nú triðfremst í Íslandi

Liðið hjá Allani Norðberg og Bjarna í Selvindi vann harðvunnan sigur á útivølli

 

Allan Norðberg, Bjarni í Selvindi og liðfelagarnir í Vali spældu í kvøld dyst á útivølli móti Fjölnir á útivølli.

 

Tó stóð á gomlum nøglum, men tað eydnaðist Vali at knógva ein harðvunnan 35-34 sigur. Fjölnir var á odda 32-30, men tað eydnaðist Vali at vinna seg upp á turt. Í steðginum var Valur á odda 18-15.

 

Bjarni skoraði fýra mál og Allan skoraði eitt mál. Toppskjútti hjá Vali við átta málum var Úlfar Páll Monsi Þórðarson.

 

Valur er nú triðfremst í deildini við níggju stigum. Teir eru bert tvey stig aftanfyri oddaliðið, ið er liðið hjá Halli Arasyni og Sveini Olafssyni, Afturelding.

 

Komandi týskvøld klokkan 19.45 hevur Valur stóra uppgávu á útivølli móti týska bundesliga-liðnum, MT Melsungen.