Sunnukvøldið leiktu Bjarni í Selvindi, Allan Norðberg og liðfelagarnir í Vali fyrstu hálvfinaluna í endaspælinum í bestu íslendsku hondbóltsdeildini.
Í høllini á Hlíðarenda í Reykjavík vann Valur ein knúsandi 39-21 stórsigur á gamla liðnum hjá Allani, KA. Í steðginum var Valur á odda 17-9.
Bjarni skoraði trý mál, og hann legði upp til heili átta mál (assist). Allan skoraði eitt mál, og hann legði upp til eitt mál.
Hóskvøldið klokkan 19 spæla liðini aðru hálvfinaluna á Akureyri.











