Liðið hjá Bjarna í Selvindi og Allani Norðberg, Valur hevur havt eina heldur treka byrjan upp á kappingina í bestu íslendsku hondbóltsdeildini.
Undan kvøldsins dysti á heimavølli á Hlíðarenda í Reykjavík móti gamla liðnum hjá Allani, KA hevði Valur bert eitt stig fyri tríggjar dystir.
Men í kvøld brast fyri nev. Valur vann stórsigur 38-27. Grundin var løgd í fyrra hálvleiki. Í steðginum var Valur á odda 20-12.
Bjarni skoraði fýra mál, og Allan skoraði tvey mál.
Valur hevur nú trý stig fyri fýra dystir, og teir eru nummar sjey í deildini.
Hóskvøldið 3. oktober klokkan 20.30 hevur Valur sera torføran útidyst móti FH.