Vandi fyri áarlopi og vatn er á vegnum í Sandslíð

Savnsmynd

Blot er komið í kavan og koyrilíkindini eru batnaði, men tó heitir Landsverk á bilførarar um at ansa sær.

 

Har eru nevniliga ymsir vandar og á Sandoynni skulu bilførarar ansa væl eftir.

 

Landsverk skrivaði í dag soleiðis um koyrilíkindini á landsverk.fo:

 

GEV GÆTUR: Nú blot kemur í kavan, kann vandi verða fyri áarlopi, - heitt verður á bilførarar, um at vísa varsemi. 

 

Nógv vatn er á vegnum í Sandslíð. Heitt verður á bilførarar, um at vísa varsemi.

 

Savnsmynd