Loksins er ílegulógin komin í ljósmála. Landsstýrismaðurin í almanna- og heilsumálum hevur nú boðað frá, at hann í næstum fer at leggja uppskot um ílegugransking fyri løgtingið. Føroyingar eru serstakliga áhugaverdir í ilegu- ella gengranskingarhøpi. Vit eru fá í tali, vit hava livað lutfalsvís isolerað frá umheiminum í øldir og tað er rættiliga lætt at rekja ættina hjá flestu landsmonnum eini trý til fimm ættarlið aftur í tíðina. Hinvegin er tað ein stórur spurningur um, vit hava verið so isolerað, sum eitt nú var sagt í sjónvarpinum hóskvøldið. Er hetta ikki ein nationalromantisk myta? Nýggja havnarsøgan, eitt satt valaverk, skjalprógvar til fullnar, at alt 1700 talið hevur sera lívligt samband verið millum Føroyar og útheimin. At tætt samband eisini var í 1600 talinum sæst av tingbókunum, sum fróðarmaðurin Einar Joensen, sáli, gav út. Hetta eiga teir lærdu at hava í huga tá teir fara at kasta seg yvir føroyska gengullið..
Vandi er í hvørjari vælferð. Gengranskingin er kanska størsta vísindaliga og etiska avbjóðingin hjá nútímansamfelagnum. Her eru ómetaligir møguleikar í sambandi við grøðing av ólekiligum sjúkum. Her er møguligt at finna inn til at kalla allar lívsisn gátur. Her eru møguleikar at avdúka at kalla allar náturunar loynidómar. Møguleikarnir eru beinleiðis óavmarkaðir. Eftir nøkur ár við tí ómetaligum og víttfevnandi gengranskingarvirksemi um allan heim eru fáa lívfrøðiligar gátur eftir. Hetta kann gera lívið fátækari. Hetta kann gera lívið ríkari. Tað velst um, hvussu vit nýta tað ómetaligu vitan, sum kemur burtur úr allari altjóða gengranskingini. Føroysk gengransking og altjóða gengransking í føroyskum tilfari verða týðandi tættir í hesi tilgongd. Vit eiga at nýta tað vald, vit knappliga hav fingið til at tryggja okkum øll neyðug etisk fyrilit.
Hetta snýr seg eisini um pengar ? ómetaliga nógvar pengar. Tað er meira peningur í gengransking enn t.d. í oljuvinnu. Landsins myndugleikar eiga at tryggja sær, at vinningurin av altjóða gransking í føroyskum gentilfari kemur øllum samfelagnum til góðar: fólki, gransking, útbúgving, umhvørvi, mentan og mentanararvi. Vit seta okkara ílegur til taks fyri allan heimin. Vit skulu sjálv hava ágóðan og nýta henda ágóða til eitt nú at gera gott við úti í heimi. Hetta kunnu vit gera t.d. við at seta altjóða medicinalfyritøkum harðar treytir. Ein treyt kann vera, at fyritøkurnar skulu tryggja menningarlondunum heilvág til ein prís vanlig fólk í hesum londum klára at rinda.