Oljuleiting/Analysa
Føroya Kolvetni eigur sum er 7% av loyvinum men kann økja sín lut til 22%. Tá hugsað verður um, hvussu kostnaðarmikið tað er at bora á djúpum vatni við Føroyar, ein brunnur kann koma upp í 200 til 250 mill. kr., so kann hugsast, at eitt felag sum Agip vil royna at spjaða váðan meira og ikki sita á 93% av loyvinum einsamalt. Hjá bæði BP , Statoil og Hess varð og er váðin spjaddur til fleiri sterk feløg. Føroya Kolvetni er eitt sera lítið felag, og hóast ætlanin at økja um partin úr 7% upp í 22%, so stendur Agip framvegis eftir við 78% av loyvinum og harvið váðanum. Og tað er nógv kemur ein brunnur at kostar einar 200 mill. kr., og hann vísir seg at vera turrur.
Vit vita so heldur ikki í løtuni, hvussu tað fer at eydnast Føroya Kolvetni at útvega kapital til at økja um sín part av loyvinum úr 7 uppí 22%. Hetta er so treytað av, at felagið megnar at tekna nógvan nýggjan partapening á partabrævamarknaðinum í London seinni í hesum mánaðinum. Leiðslan í felagnum hevur víst á, at góðir møguleikar eru fyri at fáa neyðuga kapitalin. Skal Agip bora í august so er helst seinasta útkall hjá Føroya Kolvetni at skaffa henda peningin í hesum mánaðinum ella í næstum, umleið eitt hálvt ár, áðrenn borað verður. Tvs. at eydnast tað t.d. ikki at fáa allan neyðuga partapeningin í februar, og Føroya Kolvetni tí hevur brúk fyri at meiri tíð at fáa allan neyðuga partapeningin til vega, so kann tað eisini vera enn ein orsøk til, at Agip heldur vil ella er tvungið til bíða at bora til í næsta ár.
Enn ein orsøk til at Agip møguliga ynskir at bíða ella noyðist at bíða við síni boring til í næsta ár kann tí umframt at vilja gera seismikkarbeiðið betri og at geva Føroya Kolvetni betri stundir at útvega partapening vera tann, at tað enn ikki hevur eydnast at fáa annað størri oljufelag at ?farma? inn í loyvi tvs. at vera partur av loyvinum.
Samanumtikið kann sigast, at nógv ber á tað borðið, at Agip heldur vil bora í næsta ár enn í ár. Og hóast hetta kann koma óvart á føroyska veitingarídnaðin, so kann tað eisini uppá sikt koma væl við, um so er at tað at útseta boring betrar um møguleikan hjá Agip at finna olju, tá tað fer undir at bora.