Vantandi dynamikkur í duopoli

- Lágir prísir á brennievni eru altíð stimbrandi fyri føroysku vinnuna, sigur Marita Rasmussen, stjóri í Føroya Arbeiðsgevarafelagi

 

Marita Rasmussen, stjóri í Føroya Arbeiðsgevarafelagi, fegnast vegna føroysku vinnuna, at oljuprísurin er lækkaður nakað, og væntar, at prísurin ferð at falla enn meira orsakað av ógvusliga prísfallinum á ráolju á altjóða markaðinum.


- Tá eg fylli á bilin, síggi eg ikki nakað ógvusligt prísfall, sigur Marita Rasmussen, men er hetta helst orsakað av stóru goymslunum, sum oljufeløgini liggja inni við. - Vit hava monopol og duopol í fleiri vinnum í Føroyum, og tað sum eyðkennir slíkar marknaðir er, at dynamikkurin ikki er eins góður og í fyritøkum, har fleiri kappast. Tað sæst, at monopol- og duopolfyritøkurnar ikki eru líka skjótar at tillaga prísirnar, sum fyritøkur aðrastaðir, har fullkomin kapping er, sigur hon. Les meira í vinnublaðnum VINNAN, sum er partur av Sosialinum, ið kom út í gjárkvøldið. Har er tema um oljunýtslu og oljuprísir.