SUÐUROYINGAR eru sera ónøgdir við ta viðferð, sum eitt nú landsstýrið gevur teimum, nú Smyril skal til eftirlit kanska í hálvan annan mánað. Umboð fyri SL hava fleiri ferðir verið úti og leitað eftir avloysara, men hava ikki fingið neyðuga ?uppbakningin? frá landsins játtandi myndugleikum, tá eitt hóskandi skip er funnið. Nú nærkast tíðin, tá Smyril skal til eftirlit, og hevur SL funnið eitt skip, sum tó als ikki nøktar tørvin. Og hetta vilja suðuroyingar ikki góðtaka. Men spurningurin er bara, um teir hava nakað val. Teir hava so ongan góðan í Tinganesi. Fyrr hevur Suðuroyggin átt stuðul í Nesinum, í dag er eiðasørt. Tað er kanska heldur ikki so løgið, tá hugsað verður um, at meginparturin av landsstýrismanningini kemur úr Norðoyggjum. Herfyri tóku tingmenn seg saman til tess at fáa útoyggjum og økjunum uttan fyri meginøkið betri sømdir, men lítið sæst til, at t.d. suðuroyingar fáa nakran stuðul frá t.d. Norðoyggjum. Nettupp í Norðoyggjum sita flestu politikarar, sum stýra Føroyum í dag. Bæði løgmaður og fíggjarmálaráðharrin koma higani, og teir áttu eisini at vitað, hvat tað vil siga at búgva í útoyggj og ikki hava gott ferðasamband til meginøkið. Spurningurin er, hvussu leingi suðuroyingar vilja finna seg í at verða so lítið virdir. Hinvegin er lítið teir kunnu gera, tá stórur partur av lands-stýrinum bara stendur og yppir øksl. Spurningurin er um ikki útoyggjanevndin, sum løgmaður hevur sett, eisini átti at farið við komandi avloysaranum hjá Smyrli til Suðuroyar og mett um støðuna í hesi ?útoyggj? út frá tí tænastu, sum verður latin suðuroyingum á samferðsluøkinum.