Varðarnir skulu altíð vísa vegin

­ Undir óskipaðum viðurskiftum kunnu stórir skaðar standast av fáum ferðafólkum, meðan ein fleirfalding av ferðafólki undir skipaðum viðurskiftum hinvegin lítlan skaða ger á umhvørvið, sigur Durita Brattaberg, sum skal gera eina skipan yvir bygda- og ferðagøturnar í Føroyum eftir áheitan frá Ferðaráð Føroya.

Øll ferðsla í náttúruni ávirkar náttúrutilfeingið, so ella so. Spurningurin er bara, um vit hava ráð til einki at gera og bara lata standa til, hóast vit vita, at óspilta náttúran er størsta ognin í føroyskari ferðavinnu. Vit hava møguleika at skipa viðurskiftini, um arbeiði byrjar, sum skjótast, - bíða vit, kunnu óbótaligir skaðar henda og náttúruvirði verða burtur fyri eftirtíðina.

Hetta sigur Durita Brattaberg, cand. agric., sum í summar arbeiðir við eini bundnari uppgávu á Ferðaráð Føroya ­ hon skal gera eina ætlan um eina bygda- og ferðagøtuskipan í Føroyum.

­ Útlendskar frágreiðingar vísa, hvussu ferðavinna kann skipast við skynsemi og við atliti til, at náttúran órógvast minst møguligt. Kanningar vísa, at undir óskipaðum viðurskiftum kunnu stórir skaðar standast av fáum ferðafólkum, meðan ein fleirfalding av ferðafólki undir skipaðum viðurskiftum hinvegin lítlan skaða ger, sigur Durita Brattaberg.


Einføld skipan

- Tað er ógvuliga umráðandi, at ein føst skipan er fyri bygda- og ferðagøturnar í Føroyum. Skipanin skal vera ógvuliga einføld og hava allar hentar upplýsingar, sigur Durita Brattaberg.

Gøturnar skulu vera so einfaldar sum møguligt, tær skulu vera traðkaðar av fólki og fæi, sum tær altíð hava verið, og tað einasta sum skal vísa vegin eru góðu gomlu varðarnir. Við byrjanini av eini bygda- og ferðagøtu skal ein yvirlitstalva standa, har allar upplýsingar, sum brúk er fyri, eru samlaðar, t.d. kort, myndir og ferða- og friðingarreglur.


Umhvørvisætlan

- Stjórin í Ferðaráði Føroya, Annika Joensen, leggur stóran dent á umhvørvisøkið, tí ferðavinnan fremur virksemi, sum hevur árin á umhvørvið og náttúruna. Trupulleikin er, hvussu stovnurin skal fyrihalda seg í mun til umhvørvið. Tey umsita eitt ógvuliga breitt ábyrgdarøki eftir lóggávuni. Tí er ynskið frammi um, at ein umhvørvisætlan verður gjørd, sigur Durita Brattaberg.

­ Bygda- og ferðagøturnar eru eitt stórt aktiv. Í hvørji einstøku bygd er ein bygdagøta, summa staðni møtast tær á søguligum støðum, summar hava størri virði enn aðrar, tí onkrar eru kvettar av av vegi meðan aðrar eru truplar at finna. Tí skulu vit finna út av, hvussu tær skulu merkjast, skulu skelti setast upp fram til varðarnar. Uttan mun til hvørja loysn man finnur fram til, hava nógvir varðar tørv á ábøtum, tí so nógvir eru raplaðir niður. Bygda- og býráðini hava ábyrgdina av viðlíkahaldinum av gøtunum. Tað týdningarmesta er, at tað er ein føst skipan, soleiðis at tað er líka um alt landið. Vit síggja nú, at fólk eru farin at merkja gøturnar ymiskt, tí eingin føst skipan er, og tað er ógvuliga óheppið. Tí er tað í tøkum tíma, at vit fara undir hetta arbeiðið.

­ Tað er einki annað land í verðini, sum hevur eitt system av bygdagøtum um alt landið við varðum sum vit. Skipanin, ið vit skulu fáa okkum, er ógvuliga umhvørvisvinarlig, einki fremmant tilfar er í henni og hon er løtt at halda, sigur Durita Brattaberg.

Afturat gomlu bygdagøtunum er neyðugt at gera nýggjar ferðagøtur, sum ikki neyðturviliga eru úr eini bygd í aðra. Ferðagøturnar skulu geva ferðafólkunum eina náttúruuppliving við góðum útsýni, møguleikar at vitja serliga fornminni og jarðfrøðiliga áhugaverd støð. Hesar gøturnar skulu eisini fylgja rætningsleiðunum í bygdagøtuskipanini.


Ætlan fyri hvørja einstøku bygdagøtu sær

Spíran, sum Durita Brattaberg hevur lagt til eina ferðavinnu- og umhvørvisætlan og sum hon legði fram á umboðsráðsfundi í ferðavinnuni í mai, byggir á álitið "Ferðavinnuøkisætlanin", sum ein arbeiðsbólkur gjørdi í 1994.

­ Eg havi brúkt økisætlanina til at byggja víðari á og gjørt nøkur hugskot um, hvussu vit nú eiga at arbeiða. Á umboðsráðsfundinum arbeiddu luttakararnir við nøkrum ítøkiligum uppgávum, og tey úrslitini, teir komu fram til, geva mær fullmakt at arbeiða víðari, sigur Durita Brattaberg.

Bygdarmyndin er broytt nógv tey seinastu 40 árini. Fyrr vistu øll, hvar bygdagøturnar byrjaðu og endaðu. Í dag kann tað vera sera trupult at síggja, hvar bygdagøturnar byrja; ofta mugu fólk ganga gjøgnum túnið hjá fólki, klúgva upp um hegn ella ganga gjøgnum bø á hægstu summartíð, stutt áðrenn grasið verður sligið, fyri at koma hagar, ið gøtan byrjar.

­ Skipanin eigur at vera so, at við byrjanina til hvørja bygdagøtu, t.d. á einum parkeringsplássi, fáast upplýsingar um, hvussu gøtan er, hvussu langa tíð tað tekur at ganga hana, hvat kanst tú vænta at møta á túrinum, um túrurin er illgongdur ella lættgongdur, hvørjir fuglar eiga á leiðini, søgulig viðurskifti knýtt til staðið, friðingarreglur, kort yvir gøtuna og annað viðkomandi. Skeltini skulu vera líka um alt landið, hava somu stødd og verða gjørd eftir sama leisti. Eru tey ikki tað ørkymlar tað tann ferðandi, sigur Durita Brattaberg.


Royndargøtur

Bundna uppgávan hjá Duritu er at finna tvær bygdagøtur í Føroyum í góðum standi, sum skulu verða royndargøtur komandi ár.

­ Síðani skal eg finna út av, hvat skal standa á skeltunum til gøturnar. So mugu vit hava altjóða skeltið við einum manni við ryggsekki upp at standa, sum vísa á veg fram til fyrsta varðan. Hetta skal so alt setast upp í mai næsta ár. Hin parturin av arbeiðnum hjá mær verður at gera eina arbeiðsætlan fyri umhvørvismál. Og tað er ógvuliga spennandi, tí Ferðaráðið hevur tikið stig til hetta og tað eru tað ikki nógvir almennir stovnar, sum gera, sigur Durita Brattaberg.

Ferðaráð Føroya hevur sett sær sum mál at røkka teimum 50.000 ferðandi ár 2000. Tola Føroyar so stóra vitjan?

­ Tað er ógvuliga trupult at svara uppá. Føroyska náttúran tolir ikki so stórt trýst við óskipaðum viðurskiftum sum í dag. Vit kunnu væl oyðileggja nógv við fáum fólk undir óskipaðum viðurskiftum, men eru viðurskiftini skipað ber helst til at fáa 50.000 ferðandi í Føroyum uttan at vit leggja merki til tað. Men tá skulu vit vita, hvat vit vilja og hava nøkur mál, sigur Durita Brattaberg.




Durita Brattaberg, er 30 ára gomul og ættað úr Vági. Á landbúnaðarháskúlanum í Ås í Noregi hevur hon lokið prógv um landbúnaðarkandidatur, cand. agric. í umhvørvisumsiting. Grundútbúgvingin er í lívfrøði, meðan umhvørvisumsitingin er yvirbygnaðurin í útbúgvingini. Í trý ár hevur hon arbeitt á Heilsufrøðisligu Starvsstovuni við kommunalum umhvørvisætlanum, og 1. august fer hon í starv hjá oljufelagnum DONG innan umhvørvisstýring.