VAR-fundur: Áskoðarar skulu hoyra samrøðurnar

Premier League: Mótstøðan móti VAR veksur, so nú skulu treytirnar broytast

Í vikuni verður árligi fundurin hjá The International Football Association Board (IFAB). Tað er felagsskapurin, sum ger reglugerðirnar í fótbólti.

Bretskir miðlar sum Dailymail skriva, at eitt av høvðusmálunum verður at loyva áskoðarum og hyggjarum at hoyra samrøðurnar millum dómarin á vøllinum og dómarin í VAR-rúminum.

Higartil eru 42 mál í Premier League kolldømd við hjálp av VAR, meðan bara níggju mál eru givin, sum annars vóru kolldømd. Millum annað við millimeturdømingum í rangstøðu. Her ætlar Premier League at gera greiðari linjur, so ein spælari skal verða eitt vet longri rangstaddur, áðrenn tað verður dømt.

##med2##