Í tíðindasendingini hjá Útvarpinum týsd. 15. jan. 2001, kl. 18.30 tekur varaløgmaður til beinleiðis ósannindir til tess at fjala útyvir, at Tjóðveldisflokkurin saman við hinum samgonguflokkunum nú fullkomiliga hevur givið seg undir tann gamla stig-fyri-stig-politikkin eftir heimastýrislógini -?inden for grundloven og rigsenhedens rammer?, sum tað varð sagt í felagslýsingini frá fundinum millum nýggja danska forsætismálaráðharran og landsstýrið.
Mong hava júst undrast á, at varaløgmaður tók so dýran til í síni frøi um blíðu orðini hjá Fogh Rasmussen á fyrstu ferð hansara í Føroyum. ?Nú eru vit komin sjeymílafet nærri loysingini?, segði varaløgmaður eftir vinsælu orðini hjá Fogh. Mong hava spurt seg sjálvan, hvat tað eru fyri broytingar frá Nyrup til Fogh, sum eru so kollveltandi, at samgongan og serliga tjóðveldisleiðarin eru farnir heilt uppfrá.
Í nevndu tíðindasending var tað júst hetta, sum tíðindakvinnan dyrgdi eftir. M.a. spyr hon soleiðis: ?Kanst tú nevna heilt nágreiniliga hvørji málsøki, vit nú kunnu yvirtaka, sum vit ikki kundu undir Poul Nyrup Rasmussen??
Varaløgmaður svarar: ?Tað sum eg kann vísa á er fyrst og fremst løgreglu og rættarskipan ? tað vóru stórir trupulleikar, tað hava vit nú fingið positiva tilsøgn um. Síðani er tað onnur málsøki, sum ikki eru beinleiðis nevnd í Heimastýrislógini, eitt nú persóns-, familju og arvarætturin. Og tað er loftferðslumál o.a. tílíkt, sum frá undanfarnu stjórn varð sagt, at tað vildi man ikki?.
Ósannindi varaløgmans kunnu skjalprógvast
Í sama stutta broti oman fyri eru 3 ósannindir, tí á øllum trimum økjum er ongin broyting hend og støðan hjá hesi stjórnini er tann sama sum hjá undanfarnu stjórn. Hetta kann skjalprógvast:
1)Í tíðindaskrivið frá sjálvum varaløgmanni 26. sept 2001 um samráðingarfund millum varaløgmann og Frank Jensen, táverandi løgmálaráðharra, fegnast hann um at: ?Nú er glið komið á arbeiðið um yvirtøkurnar...Niðurstøðan er: Danska stjórnin er nú sinnað at samstarva um, at løgregla, dómsvald og rættarskipanin koma á føroyskar hendur, og kravið um broytingar í heimastýrislógini eru sleptar?. ?Eitt gjøgnumbrot er fingið í lag...s igur Høgni Hoydal?.
2)Um sama evnið er tíðindaskrivið frá Frank Jensen, løgmálaráðharra, 26.sept. 2001, har m.a. sagt verður: ?Justitsminister Frank Jensen har i dag på et møde med vicelagmand Høgni Hoydal præsenteret regeringens forslag til en samarbejdsproces mellem Færøernes landsstyre og regeringen, som vil gøre det muligt for Færøernes landsstyre og Lagting at overtage politi og retsvæsen samt hertil knyttede sagsområder. Regeringen har foreslået, at der nedsættes en arbejdsgruppe af danske og færøske embedsmænd, som skal udarbejde et oplæg til efterfølgende politisk beslutning. Resultatet af arbejdsgruppens overvejelser skal gøre det muligt at gennemføre lovgivning i 2003.?
3)Í formliga uppskotinum frá danska løgmálaráðnum, dagf. 25.sept. 2001, verður eisini mælt til, at yvirtøkan umframt løgreglu og rættarskipan eisini fevnir um prosess- og revsirætt, og eisini ákæruvaldið og kriminalforsorgina.
4)Í svari uppá fyrispurning úr Føroyum, sum undirritaði hevur fingið innlit í, sigur danska løgmálaráðið 17. des. 2001 (tvs. eftir at nýggja stjórnin hevur tikið við), ?at en overtagelse af person-, familie- og arveret kræver en ændring af hjemmestyreloven....En lovgivning af den nævnte karakter vil i givet fald lovteknisk set kunne gennemføres enten ved en lov om ændring af hjemmestyreloven af 1948 eller ved en særskilt lov om Færøernes overtagelse af visse sagsområder. Det kan endvidere oplyses, at grundlaget for det kommende arbejde mellem danske og færøske embedmænd fremgår af den daværende regerings forslag af 25. sept. 2001.? Um støðuna hjá donsku stjórnini annars vísir man í skrivinum til samskifti millum Frank Jensen og Høgna Hoydal, og at grundarlagið fyri arbeiðinum við hesum yvirtøkum er uppskotið, sum varð sett fram av Frank Jensen á nevnda fundi við Høgna Hoydal.
5)At varaløgmaður eisini sigur ósatt um tað triðja málið, ?loftferðslumál o.t.? er ikki neyðugt at gera nakað burtur úr her ? tað varð longu skjalprógvað í útvarpinum í gjár av Bjarna Djurholm, landsstýrismanni.
Fogh og Hoydal eru samdir - ?inden for grundloven og rigsenhedens rammer?
Bæði løgmaður og vara- hava ró uppundir, at við vitjan Fogs er nú semja við donsku stjórnina um fullveldisætlanina hjá landsstýrinum. Í nevndu tíðindasending í útvarpinum segði varaløgmaður tað soleiðis: ?Nú váttar hesin forsætismálaráðharrin, at tað er ongin trupulleiki at fremja hesa fullveldisætlanina, sum landsstýrið arbeiðir eftir?.
Men við Dimmu 16. jan. sigur Fogh: ?Vit hava ikki tikið støðu til ætlanina hjá landsstýrinum?. Og enn týðiligari eru orð hansara á fundinum við tingmenn dagin fyri. Har segði forsætismálaráðharrin tað soleiðis:
?Det er regeringens opfattelse, at landsstyrets politik har skiftet spor. Først gik man efter en aftale om oprettelsen af en suveræn stat. Det har man opgivet. Det spor man nu går efter, er en overtagelse af sagsområder inden for grundloven og rigsenhedens rammer, hvor processen ikke har oprettelsen af en selvstændig suveræn stat som endemål. Det er dette vi har bekræftet i fælleserklæringen i dag?. Hetta segði Fogh á fundinum, har 31 tingmenn vóru til staðar. Og hetta er tað, sum Fogh, Kalsberg og Hoydal eru samdir um.
Men sjálvandi ? heldur tjóðveldisleiðarin, at hetta má hann vera so himmalsfegin um, so skal ongin nokta honum tað. Fyri onnur tykist hetta at vera løgin sjeymílafet í tjóðveldispolitikki.