Nakrir av teimum umleið 1.400 LGBTQ-katólkunum, sum eru á pílagrímsferðini, saman við sínum stuðlum, ganga móti Pæturskirkjuni í Róm. Tað er fyrstu ferð, at ein LGBTQ pílagrímsferð er komin við í offisiellu ársdagsskránna hjá Vatikaninum. - Mynd: Matteo Minnella

Vatikanið tekur ímóti fyrstu LGBTQ píla­grím­um nakr­an­tíð

Luttakarar á serligari pílagrímsferð rósa tí sum eitt týðandi tekin um fjølbroytni í katólsku kirkjuni.

Nakrir av teimum umleið 1.400 LGBTQ-katólkunum, sum eru á pílagrímsferðini, saman við sínum stuðlum, ganga móti Pæturskirkjuni í Róm. Tað er fyrstu ferð, at ein LGBTQ pílagrímsferð er komin við í offisiellu ársdagsskránna hjá Vatikaninum. - Mynd: Matteo Minnella

Fyri fyrstu ferð í søguni hjá Vatikaninum eru fleiri túsund LGBTQ katolikkar saman við sínum stuðlum á pílagrímsferð um vikuskiftið.

Samkoman av umleið 1.400 luttakarum úr umleið 20 londum er partur av jubileumsárinum hjá katólsku kirkjuni.

Hóast LGBTQ-bólkar hava vitjað Vatikanið áður, so er hetta fyrstu ferð, at ein slík pílagrímsferð er komin við í almennu jubileumsskránna.

Luttakararnir rósa tí sum eitt týðandi tekin um størri fjølbroytni í katólsku kirkjuni.

Yveline Behets, ein 68 ára gomul transkvinna úr Brússel, gekk 130 kilometrar saman við 30 øðrum LGBTQ-fólkum eftir einum parti av fornu pílagrímsleiðini Via Francigena fyri at koma til Róm.

Hon sigur seg hava havt trupulleikar við øðrum katolikkar fyrr og greiðir frá, at hon "ikki altíð kendi seg viðurkenda" av teimum.

- Tú skalt ikki misnýta orðið 'vælkomin', sigur Yveline Behets, sum er í ælabogatroyggju frá LGBTQ-samfelagnum.

"Vit eru ikki bara uttanhýsis fólk, sum verða vælkomin av og á ella eitt sindur oftari. Vit eru partur av somu familju."

Men eingin privatur audiens hjá Leo XIV páva er skipa fyri LGBTQ pílagrímarnar.

Hugo, 35 ára gamal, úr Quebec í Kanada, sum ikki vil siga sítt eftirnavn, heldur, at pílagrímsferðin er "eitt ordiliga týdningarmikið signal fyri okkum, soleiðis at vit kunnu kenna okkum meira inkluderað."

Hann vónar, at tað "fer at fáa fólk, sum hava ivamál, at loyva sær at vera meira vælkomin mótvegis samkyndum í kirkjuni."

Men í eini kirkju, sum í tvey túsund ár hevur sæð samkyndar gerðir sum mótsettar læruni um kyn við at fáa føðing og hevur mett samkynd pør sum eitt slag av íleguligum óruddi, er vegurin til viðtøku enn langur.

- Tað er ótti og eitt slag av misskiljing, tá tað snýr seg um tey lív, sum tey samkyndu liva, sigur Hugo.

- Um øll lærdu hvønn annan at kenna, so haldi eg, at nógvar forðingar høvdu verið sleptar.

Hugtakið LGBTQ fevnir um lesbisk, samkynd, tvíkynd, transkynd og queer fólk.

Tað er La Tenda di Gionata (Jónatans Tjald), sum er ein italskur felagsskapur, sum arbeiðir fyri størri inklusjón millum tey trúgvandi, sum skipar fyri pílagrímsferðini.

Ritzau/AFP