Jóhan verður eisini at síggja í EHF European League

Skanderborg/Aarhus vann ein greiðan samlaðan sigur á Maritimo

Ígjár gjørdist greitt, at fimm lið við føroyskum landsliðsleikarum, og møguligum landsliðsleikarum vera at síggja í bólkaspælinum í EHF European League.

 

Tey eru THW Kiel hjá Eliasi Ellefsen á Skipagøtu, Hannover-Burgdorf hjá Vilhelmi Poulsen, HF Karlskrona hjá Tróndi Mikkelsen, Sävehof hjá Ísaki Vedelsbøl og Fram hjá Dánjali Ragnarssyni.

 

Nú er eisini greitt, at Jóhan á Plógv Hansen og liðfelagar hansara í Skanderborg-Aarhus vera eisini at síggja í bólkaspælinum í EHF European League.

 

Skanderborg-Aarhus vann í kvøld á útivølli 36-31 á portugisiska liðnum, Maritimo úti á Madeira. Í steðginum var Skanderborg-Aarhus á odda 19-16. 

 

Lítil ivi var um samlaða útfallið, tí Skanderborg-Aarhus vann á heimavølli stórsigur 38-25 (22-12) á Maritimo. Sostatt vunnu Jóhan og liðfelagarnir samanlagt 74-56, og vunnu seg trygt í bólkaspælið.

 

Jóhan var við átta málum toppskjúti hjá Skanderborg-Aarhus.