Tórshavnar kommuna boðar nú frá, at vatnið á Hjalla er dálkað. Hetta er eitt stórt arbeiðsøki, har nógv fólk arbeiða, og tískil er best ikki at drekka vatnið úr kranuanum.
- Bakteriur eru staðfestar í vatninum á Hjalla. Mælt verður tí til at kóka vatnið áðrenn drukkið verður, skrivar Tórshavnar kommuna.
Hetta er galdandi inntil onnur boð verða givin.