VB drongirnir fingu gullið

Leygardagin leiktu drongjaliðið hjá VB ímóti drongjunum úr HB. Úrslitið var 2- 2, men longu frammanundan var greitt, at VB drongirnir høvdu tryggjað sær gullið 3. árið á rað og harvið fingu teir eisini steyp til ognar

Gullrómur var á Eiðinum í Vági leygardagin, tá drongjaliðið hjá VB fekk gullheiðurmerkir handaði og steyp til ognar, tí teir 3. árið á rað eru meistarar.
                      VB drongirnir leiktu ímóti drongjunum hjá HB leygardagin og úrslitið var javnleikur 2 ? 2. Heiðursmerkjahandan var eftir dystin og fingu VB drongirnir gull og HB fekk silvur fyri annað pláss.
                      Óli Holm handaði vegna Fótbóltssambandið steyp og sum fyrrverandi formaður í VB fegnaðist hann sjálvsagt um, at steypið nú verður latið VB til ognar.
                      Eftir dystin var fýrverk og myndatøka og síðani móttøka í VB húsinum, fyri at heiðra drongirnar hjá VB. Fagnaður var í VB húsinum við gávum, m.a. frá Vágs Kommunu, ið eisini handaði steyp,  og røður vórðu hildnar og gullrómur var í VB húsinum.
                      Eisini genturnar hjá VB 12 ? 14 ár hava megnað at fáa heiðursmerkir í ár og tær áttu eisini pláss í veitsluhaldinum leygardagin, sum endaði við gulldansi leygarkvøldið.                      Venjarar hjá drongjunum hava verið Ingi Hansen og John Christensen.