Vóru tey spent í Vági, áðrenn kappingin fór í gongd, munnu tey ikki vera tað minni nú. VB-kvinnurnar hava spælt tveir dystir og vunnið báðar, og í spælinum hevur tað sæð bara heilt gott út.
Leygardagin var útsetti dysturin móti Stjørnuni á skránni, og hann vann VB við fýra málum ? og uttan at kenna nakra beinleiðis hóttan frá gestunum úr Klaksvík.
Nýggja VB-liðið, ið stórt sæð er mannað við spælarum, ið lítið og einki kenna til bestu føroysku kvinnudeildina frammanundan, er spennandi. Men tað sama má so eisini sigast um »nýggja« liðið hjá Stjørnuni, ið er mannað við royndum og garvaðum spælarum, sum tó bara hava vant í tvær vikur.
Sjálvt um VB var betra liðið í Vági leygardagin, gjørdu tær úr Stjørnuni sær avgjørt ikki fyri skommum, og í veruleikanum var tað Stjørnan, ið kom fult so frægt frá byrjanini í dystinum sum VB.
Liðini fylgdust væl í fyrra hálvleiki, men tá VB-liðið hevði fótað sær í seinna, megnaði Stjørnan ongantíð at svara aftur og taka munin innaftur.
Serliga var tað skjótleikin, ið kom VB til góðar, og avgerandi munurin millum liðini bæði var, at VB dugdi og orkaði betur at seta ferðina upp, tá tað kravdist.
Kortini prógvaði málverjin hjá Stjørnuni, Agne Masenaite, at hon ikki skal undirmetast, og við nógvum og góðum bjargingum gjørdi hon sítt til, at Stjørnan ongantíð datt púrasta úr dystinum, men mestsum fekk fylgt VB til dyrnar.
Dysturin í tølum
VB-Stjørnan 26-22 (12-11)
Málskjúttar:
VB: Reda Kurkauskiene 8, Daiva Toumaite 8 (4), Anja Magnussen 5 (3), Arnleyð Hjelm 3, Laila Jespersen 2
Stjørnan: Danijela Ercevic 7 (3), Una Olsen 5, Súsanna Hansen 4, Natasja Stamenkovic 4, Jastrid Gullaksen 1, Davina Gullaksen 1
Brotskøst: VB 11, Stjørnan 3
Útvísingar: VB 2, Stjørnan 3
Dómarar: Birgir Dimon og Kári Niclasen