VB-Kyndil 42-26 (23-15)
Hondbóltur
Fyri ikki so nógvum árum síðani vóru kvinnuliðini hjá Neistanum, Kyndli og VÍF bestu og mest dominerandi liðini í landinum, meðan lið sum Stjørnan og VB ongantíð vóru góð boð uppá FM meistaraheitið. Men nógv er broytt síðani tá, og í dag sær myndin ikki út á sama hátt sum fyri nøkrum árum síðani. At toppurin í føroyskum 1. deildar hondbólti hjá kvinnum er VÌF, VB og Stjørnan, meðan havnarliðini Kyndil og Neistin eru munandi veikari, vísir, at mangt er broytt í stutta tíð í føroyska hondbóltsheiminum.
Kyndlakvinnurnar vánaliga byrjan
Hetta var eisini sjón fyri søgn, tá VB tók ímóti Kyndli suðuri í Vági. VB kvinnurnar settu seg beinanvegin á dystin, og Kyndil megnaði einki at gera við vælleikandi VB liðið. Tá dysturin nærkaðist miðjuni av fyrra hálvleiki, var støðan heili 10-3 til VB, og ein fekk skjótt fatan av, hvat lið fór at vinna dystin. Sera nógv mál komu ígjøgnum fyrra hálvleik, og hálvleiksstøðan kundi eins væl verið eitt endaligt úrslit í hondbólti. Hálvleiksstøðan var 23-15 til VB.
framúrskarandi VB-álopsspæl
Málini hildu á at skola inn, og kyndlaverjan megnaði einki at gera við vælleikandi VB liðið. Tær sýndu sera gott álopsspæl, og málini í dystinum vóru sum sagt sera mong. VB kom til seinast uppá heili 42 mál, meðan Kyndil fekk 26, so talan var um ein sera málríkan dyst suðuri í Vági. VB sat á dystinum frá byrjan til enda, og tær vístu, at tær eru eitt lið á veg uppeftir, meðan tað sær verri út hjá Kyndli. At lata 42 mál inn í einum dysti, ber ikki boð um gott verjuspæl, meðan tær harafturímóti skoraðu 26 mál, sum jú heldur ikki er so galið. At skjóta 26 mál kann bara ikki nýtast til nakað, tá málini hjá mótstøðuliðinum vóru næstan tað tvífalda .
Sostatt fekk VB trý týdningarmikil stig afturat í landskappingini, og tær liggja í løtuni væl fyri at ogna sær silvurkrónurnar. Men Stjørnan andar VB í nakkan, og um VB snávar í einum dysti, samstundis sum Stjørnan vinnur, kann myndin gerast heilt øðrvísi. Kvinnuliðið hjá Neistanum blandar seg eisini í stríðið um heiðursmerki, so nógv er enn at spæla um, hóast tað ikki er sannlíkt, at nakað lið megnar at gera nakað við suverena oddaliðið VÌF í ár.
Dysturin í tølum
Málskjúttar:
VB: Gurið Mortensen 11, Regina Rádó 7(2), Andrea Lutz 6, Kristina Holm 4, Margret Augustinussen 4, Laila Jespersen 3, Marjun Krosslá 3, Eyðbritt Krosslá 2
Kyndil: Lotte Sørensen 11(4), Erla Smith 4, Jensia Petersen 4, Ann Hansen 3, Óluva Dalsgaard 2, Kristbjørg Petersen 1, Anita Kjærbo 1
Brotskøst: VB 3, Kyndil 5
Útvísingar: VB 4, Kyndil 2
Dómarar úr Neistanum: Hjalmar Petersen og Kristian Johansen