VB/Sumba livir í steypakappingini

VB/Sumba verður partur av 3. umfari í kappingini um Løgmanssteypið. Tað varð greitt stutt eftir middag leygardagin, tá ið gestirnir úr Suðuroy fóru úr Leirvík við 3-1 sigri.

Í 1. hálvleiki kom einki mál. Stutt eftir steðgin setti VB/Sumba hol á. LÍF verjan megnaði ikki at fáa bóltin burtur, og Dan Djurhuus skoraði við fínum skoti.

LÍF svaraði aftur, tá ið 2. hálvleikur var meiri enn hálvrunnin. Magnus Skoralíð legði innfyri, og umvegis eitt suðuroyarbein fór bólturin í málið.

Fram ímóti dystarenda fekk VB/Sumba tvey mál afturat. Eftir langt útspark frá Vlada Filipovic sendi John Poulsen bóltin í LÍF málið, og veteranurin Birgir Jørgensen staðfesti VB/Sumba sigurin við rimmar langskoti.

Einasti steypadysturin í 2. umfari, sum enn ikki er spældur, er tann millum GÍ og KÍ.