VB vann tryggan sigur

VB fekk eina góða byrjan uppá endaspælið í Sunset kappingini hjá kvinnum, tá tær vunnu tryggan sigur á heimavølli ímóti Kyndli

VB-Kyndil 34-27 (17-11)


Tað var av alstórum týdningi fyri bæði liðini at vinna fyrsta dystin í endaspælinum, tá VB tók ímóti Kyndli í Vági. Vann VB dystin, so kundu tær leggja trýst á bæði Neistan og Stjørnuna, meðan ein sigur til Kyndil hevði lagt tær undir liðina á VB á triðja plássi.
 
VB avgjørdi í fyrra hálvleiki
Tað var tó VB, sum var oman á at kalla allan dystin. Fyrstu løtuna fylgdust liðina hampiliga væl at, men síðstu 10 minuttirnar av fyrra hálvleiki lat VB ongan iva vera um, at tær ætlaðu at vinna dystin henda dagin. Hesa løtuna tóku tær avgerðandi frástøðu frá Kyndli, og tá liðini fóru til hálvleiks var støðan 17-11 til VB.
Ein av grundunum til, at VB fór so avgerðandi frá Kyndli hesa løtuna var, at VB valdi at fara út at mansverja Linu Andriulyte. Hetta gjørdi, at Kyndil hevði trupulleikar at fáa mál úti frá, og tað dugdu kvinnurnar hjá VB at gera sær dælt av.
 
Kyndil nærkaðist
Í seinna hálvleiki byrjaði VB heldur betri, og eftir eina løtu høvdu tær økt um leiðsluna, soleiðis at heili 8 mál vóru á muni. So valdi Kyndil at fara út at mansverja bæði Daivu og Ivanu, og hetta vísti seg at geva VB smávegis trupulleikar fyrstu løtuna. Sum hálvleikurin leið minkaði Kyndil um munin, og tá 10 minuttir vóru eftir, vóru bara 4 mál á muni. Men síðstu 10 minuttirnar tók Asta í VB-málinum broddin av kyndlaálopinum, og nú byrjaðu ungu leikararnir hjá VB eisini at finna stevið í álopinum. Meðan bæði Daiva og Ivana blivu mansvardar bleiv betri pláss hjá ungu leikarunum, og hetta dugdu tær at taka nyttu av. M.a. gekst sera væl hjá Unu Egilsdóttir henda dagin, og hon fekk 5 mál.
Endaliga úrslitið av dystinum gjørdist 34-27 til VB, og sum heild hevði VB eisini fult tamarhald á dystinum. Við sigrinum hanga tær enn í hinum báðum oddaliðnum, meðan tað byrjar at síggja svart út hjá Kyndli at røkka heiðursmerkjaplássunum.
 
 
Fakta
 
VB-Kyndil 34-27 (17-11)
Málskjúttar:
VB: Daiva Tuomaite 10 (2), Ivana Ljubicic 9 (2), Rannvá Johannessen 5, Una Egilsdóttir 5, Svava Vestergaard 3, Jóna Thorsteinson 2
Kyndil: Randi Wardum 8, Súsanna Petersen 6, Anja Heinadóttir 5, Lina Andriulyte 3, Ronja M. Mikkelsen 3 (2), Bjørg Syderbø 2
Brotskøst: VB 4, Kyndil 3
Útvísingar: VB 2, Kyndil 1
Dómarar: Ragnar Simonsen & Rúni Mohr